Væntaði at nú vit endiliga vóru komin í samgongu, so var loysn funnin á hesum málinum, men hetta sær ikki út at eydnast. Ægir fekk 0,00 kr. á fíggjarætlanini 2022.
SO VERÐUR TAÐ IKKI GJØRT
Símun á Høvdanum
Norðoya Portalurin
Nógv hava skriva til mín og spurt hvussu hatta kustaskapið hjá Ægir sær út? og her er mynd av felagshølinum, sum Ægir nú hevur brúkt í meira enn 10 ár, hølini er umleið 6 kvm. Væntaði at nú vit endiliga vóru komin í samgongu, so var loysn funnin á hesum málinum, men hetta sær ikki út at eydnast. Ægir fekk 0,00 kr. á fíggjarætlanini 2022. SO VERÐUR TAÐ IKKI GJØRT Símun á Høvdanum Ringa koronustøðan hevur við sær, at nevndin í KÍ útsetir ársveitsluna til næsta ár. Veitslan verður 29. januar 2022. Fyrst útsetti nevndin í KÍ gullveitsluna til 20. november, men síðan tann avgerðin var tikin, er talið á smittutilburðum økt nógv, og tískil er avgerð tikin um at bíða við veitsluni til eftir nýggjár. - Tað er framvegis ikki rætt at savna fleiri hundrað fólk til gullveitslu, og tí útseta vit enn eina ferð, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ og endurtekur tað, sum hann segði, tá avgerðin um at útseta veitsluna fyrru ferð var tikin. - Vit harmast sjálvsagt um at útseta veitsluna, men hetta er tað rætta at gera, sum støðan er í løtuni, Vit mugu vera tolin og bíða, til tamarhald aftur er á koronustøðuni. Ársveitslan hjá KÍ er sostatt útsett til leygarkvøldið 29. januar 2022 kl. 19.30 í Badmintonhøllini. Keypt atgongumerki eru galdandi tá, men um tað berst fólki frá at møta í januar, ber til at fáa pengarnar aftur við at venda sær til Róa Clementsen á [email protected]. Minnist til at viðmerkja nummarið á atgongumerkinum, tá sent verður. Seinasta freist at lata atgongumerki inn er um 14 dagar tann 25 november 2021. KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag |
Greinar
September 2024
Categories |