Fyrst útsetti nevndin í KÍ gullveitsluna til 20. november, men síðan tann avgerðin var tikin, er talið á smittutilburðum økt nógv, og tískil er avgerð tikin um at bíða við veitsluni til eftir nýggjár.
- Tað er framvegis ikki rætt at savna fleiri hundrað fólk til gullveitslu, og tí útseta vit enn eina ferð, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ og endurtekur tað, sum hann segði, tá avgerðin um at útseta veitsluna fyrru ferð var tikin.
- Vit harmast sjálvsagt um at útseta veitsluna, men hetta er tað rætta at gera, sum støðan er í løtuni, Vit mugu vera tolin og bíða, til tamarhald aftur er á koronustøðuni.
Ársveitslan hjá KÍ er sostatt útsett til leygarkvøldið 29. januar 2022 kl. 19.30 í Badmintonhøllini.
Keypt atgongumerki eru galdandi tá, men um tað berst fólki frá at møta í januar, ber til at fáa pengarnar aftur við at venda sær til Róa Clementsen á [email protected]. Minnist til at viðmerkja nummarið á atgongumerkinum, tá sent verður.
Seinasta freist at lata atgongumerki inn er um 14 dagar tann 25 november 2021.
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag