Formansfrágreiðingin hjá Símun á Høvdanum var sera positiv, har hann staðfestið, at svimjiárið 2015/2016 var eitt avbera gott ár fyri felagið og har Ægir aftur gjørdist besta svimjifelag í Føroyum.
Vit hava svimjarar sum hava luttikið í NM, NJM, EM og Para OL í Brasil og hava svimjarnir sligið hópin av metum. Ægir gjørdist føroyameistarar í stuttgeil og har bleiv Alvi Hjelm kosin ársins svimjari í Føroyum og eisini blivu Rókur Trygvason og Signhild Joensen kosin ársins stjørnuskot.
Formaðurin var eisini sera glaðir fyri at tilgongdin hjá teimum heilt ungu endiliga er komi ígongd og sær framtíðin hjá Ægir gott út.
Fíggjarliga hevði Ægir eitt lítið yvirskot, eftir at Ægir í 2014 hevði eitt lítið undirskot, men ynskiligt hevði verið við fleiri sponsorum, nú Ægir hevur ein útlendskan venjara fyri fyrsti ferð í søgu felagsins.
Símun á Høvdanum endaði við at takka fyri seg og ynski nýggju nevndini góðan byr.
Aftaná varð nýggj nevnd vald og í hana blivu hesu vald:
Rannvá Sigríðsdóttir, forkvinna
Agnes Vágseið Sivertsen, næstforkvinna
Linda Kjærbæk Hansen, skrivari
Símun á Høvdanum, kassameistari
Gudmundur Danielsen, nevndarlimur
Eykalimur:
Elin Stampe
Símun Michael Sørensen