Nú tá vit fylla 10 ár í ár , hildu vit at tað skuldi gerast okkurt spennandi fyri at hátíðarhalda dagin.
Vit kenna næstan øll Joachim Boldsen, sum var við at tryggja Danska Landsliðnum tað fyrsta gullið í EM í 2008 og sum var ein fantastiskur spælari.
Boldsen hevði eina venjing við dr.14 í høllini um dagin, har okkara limir og foreldur vóru boðin í høllina at hyggja og høvdu møguleikan at heilsa uppá Boldsen.
Hann var bæði fyrikomandi, fittur, róligur, stuttligur og avslappandi at vera saman við og gav hann sær góðar stundir til øll.
Seinni um kvøldið hevði ein stuttligan og lættan fyrilestur í skúlanum á Skúlatrøð.
Vit eru sera væl nøgd við hesa vitjan og vilja vit takka øllum, sum hjálptu okkum við tiltakinum, Sponsorar, leikarar og hjálparfólk.
Man plagar at siga: Eingin nevndur og ongin gloymdur. Men vit vilja gjarna nevna og takka okkara nr.23 Andrias Ellingsgaard fyri hansara ágrýtni. Uttan hann, so var hetta ikki veruleiki.
Team Klaksvík hevur lagt myndir út á teirra heimasíðu, klikk her: "Joachim Boldsen á vitjan"
Vit á Norðoya Portalinum ynskja Team Klaksvík hjartaliga tillukku við 10 ára degnum.
Kelda: Team Klaksvík
SáH