Stór tillukku KÍ.
SáH
Norðoya Portalurin
Her sæst sigursmálið hjá Páll Klettskarð, tað hendi tá ið 53:57 minuttir vóru leiktir, har hann hegnisliga smekkaði bóltin í tóma málið og har málmaðurin og fýra Víkingar royndi at stoppa honum, men lítið hjálpi, bóltin endaði uppundir tvørstongina og KÍ vann trý sera týdningarmikil stig. Stór tillukku KÍ. SáH Fyri løtu síðani bleiv kvinnudysturin ímillum KÍ - 07 Vestur liðugt spældur og vann KÍ dystin 2-0. Fyrri hálvleikur var javnar og hann endaði eisini 0-0, men í seinna heilvleiki settið KÍ ferðina upp og hevði fleiri risa málmøguleikar, men bólturin vildu bara ikki inn, men tá ið innskifta Durita Hummeland kom á vølllin bragdaði hjá KÍ. Hon legði KÍ á odda, tá ið eitt korter var eftir at leika við góðum málið og í 78 min. avgjørdi hon dystin til 2-0 og sostatt vunnu KÍ kvinnurnar dystin uppiborið. SáH ANRU er komin aftur frá línuveiðu. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 15.772 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 8.670 pund toskur, 5.600 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna her. Skipari á ANRU er Gundur Sørensen. Teir byrjaði túr tann 14. apríl. Landa bleiv til NFCS. SáH ANRU – ( KG 730 )NFCS-19-04-2022 7.886 KÍ vann uppiborið 3-1 á EBS/Skála í gjár. Teir setti seg á dystin frá byrjan av og vóru teir oman á gjøgnum allan dystin. KÍ legði seg á odda við einum sjálvmáli hjá EBS/Skála í 15. min. og í 41 min. legði Hervør Olsen á odda 2-0 og tað varð eisini hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki svaraði EBS/Skála eitt sindur aftur eina løtu og tað eydnaðist teimum tá ið eitt korter var eftir at leika, at minka um munin 2-1, málið gjørdi Lea Lisberg eftir hornaspark. Eftir tað setti KÍ meira ferð á spæli hjá teimum og tá ið 3. min. vóru eftir avgjørdi Maria Biskopstø dystin 3-1 og KÍ er nú oddalið við fullum stigum 12 stig fyri fýra leiktir dystir. Her filmsklipp frá Televarpinum av hæddarpunktinum frá dystinum í gjár KÍ – EBS/Skála 3-1, sjá herundir, trýst á pílin. SáH Triðja árið á rað er 24 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari í talvi. Tá ið síðsta umfar fór av bakkastokki fyrr í dag, skuldi Høgni Egilstoft Nielsen bert hava ein javnleik við svarta fólkinum móti Willa Olsen fyri at tryggja sær meistaraheitið. Og tað gekk ikki long tíð, fyrr enn javnleikurin var í hús. Eftir bert 6 leikir samdust teir báðir um javnleikin, og so var tað longu tá greitt, at Høgni aftur í ár er føroyameistari í talvi. Føroyameistaraheitið bleiv grundlagt fyrstu fimm umførini, tá Høgni vann øll síni talv. Longu tá var hann 1 stig framman fyri evnaríka Luitjen Akselsson Apol, sum hann møtti í 6. umfari. Teir báðir telvaðu javnt í innanhýsis talvinum, sum gjørdi, at javnleikurin hjá Høgna ímóti Willa í dag var nóg mikið til at tryggja FM-sigurin. Høgni hevur annars havt eitt fram úr kappingarár í vetur. Í FM-kappingini fyri lið vann hann øll 10 talvini, meðan hann nú í FM-kappingini fyri einstaklingar hevur vunnið 5 og telvað 2 jøvn. Ungi og sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol hevur verið størsti kappingarneytin hjá Høgna Egilstoft Nielsen í hesari kappingini. Í dag var skjótt greitt, at hann fór ikki at fáa Høgna aftur í oddinum, tá Høgni og Willi tóku javnleik mest sum alt fyri eitt. Tí ráddi um hjá Luitjen at halda fast um 2. plássið, og tað kundi hann við einum javnleiki í síðsta talvinum í dag móti Rana Nolsøe. Luitjen og Rani royndu eitt sindur longu enn Høgni og Willi í dag, men talan gjørdist ikki um nakað drúgt talv. Eftir 14 leikir samdust teir báðir um javnleik, og so var 2. plássið tryggjað hjá Luitjen. Hóast hann bert er 16 ára gamal, er hetta aðru ferð, at hann endar á einum 2. plássi í landsliðsbólkinum. Hans Kristian Simonsen lá á 3. plássi í landsliðsbólkinum undan dagsins umfari. Hann var ½ stig framman fyri Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Rógvi Egilstoft, sum møttust í innanhýsis talvi. Hans Kristian sjálvur skuldi møta Torkil Nielsen við svørtum, men sjálvt um ½ stig var nóg mikið til at tryggja 3. plássið, so var eingin slingur í valsinum hjá Hans Kristiani í dag. Hann telvaði sannførandi allan vegin móti Torkil og vann at enda trygt. Seinasta talvið í dag millum Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Rógva Egilstoft endaði við javnleiki. Heðin vann fyrsta bólk Heðin Gregersen hevur verið væl telvandi hesar dagarnar í páskavikuni. Undan dagsins umfari hevði hann vunnið sær 5 stig eftir fimm sigrar og eitt tap. Í dag kundi hann so tryggjað sær sigurin í 1. bólki við at fáa í minsta lagi ½ stig móti Boga Hansen Eliasen við svarta fólkinum. Talan var leingi um eitt javnt talv millum teir báðar, men tá Bogi so var eitt sindur óneyvur eini tvær ferðir, bleiv hann beinanvegin revsaður av Heðini, og áðrenn Bogi visti av, hevði Heðin vinnandi fyrimun. Bogi gav skarvin yvir, og sostatt er Heðin Gregersen vinnari av 1. bólki. Jón í Horni og Janus Skaale vóru nærmastu kappingarneytarnir hjá Heðini við einum stigi færri undan seinasta umfarinum. Júst teir báðir møttust í dag, og her var Jón stinnari. Við sigrinum tryggjaði ungi maðurin sær 2. plássi í 1. bólki. 3. plássi fór til Herluf Hansen, sum í dag vann á Heiðriki T. Jacobsen. Við sigrinum fór hann fram við Janus Skaale, sum jú tapti sítt talv móti Jón í Horni Nielsen. Í seinasta talvinum vann Andrias Danielsen við svarta fólkinum móti Margar M. Berg. Brandur endaði fremstur Í almenna bólkinum gjørdist Brandur Højgaard vinnari. Hann var fremstur undan seinasta umfarinum og kundi tí tryggja sær sigurin við einum sigri í síðsta talvi. Her møtti hann Róa Vestergaard, og tað var sum so ongantíð nakar ivi um sigurin hjá Brandi. Henrik W. Joensen endaði á einum 2. Plássi eftir sigur á Ingolf Debes í síðsta umfari, meðan Rógvi Mørkøre endaði á 3. plássi við einum sigri á Bergi Johannesen í síðsta umfari. Jónas unglingameistari eftir umdyst Kappingin hjá unglingunum bleiv ein sannur gysari. Undan seinasta umfarinum lógu fýra telvarar javnir í oddinum við 4½ stigi, og teir møttust allir í innanhýsis talvum. Her var Petur G. Magnusson tann fyrsti at vinna sítt talv móti Poul Thomsen, men tað var ikki nakar lættvunnin sigur hjá Peturi. Talan gjørdist nevniliga um eitt bæði javnt og dramatiskt talv, har báðir høvdu møguleikar í endatalvinum, men tað var Petur, sum at enda fann teir røttu leikirnar og avgjørdi talvið. Tískil bíðaði hann eftir avgerðini í talvinum millum Áki Ingason og Jónas Sólsker. Her gekk eisini javnt á, men í endatalvinum vann Jónas ein rók frá Áka. Áki hevði tó møguleika fyri ævigum skáki, men tað var ikki einfalt, og hann mátti telva ógvuliga neyvt. Hann fann leingi røttu skákini, men at enda fekk Jónas goymt kongin í einum horni, samstundis sum hann fekk býtt frýrnar av, og so var liðugt. Tískil skuldi umdystur til millum Petur G. Magnusson og Jónas Sólsker. Her skuldi teir telva tvey kviktalv á 25 minuttir við fimm sekundum eyka fyri hvønn leikin. Var eingin vinnari funnin, so skuldi teir víðari út í tvey snartalv og síðani eitt armageddon talv. Hetta bleiv tó ikki neyðugt, tí eftir kviktalini var ein føroyameistari funnin. Fyrsta talvið, har Petur G. Magnusson hevði hvíta fólkið, endaði við javnleiki. Í næsta talvinum vann Jónas Sólsker rímiliga tíðliga ein kvalitet. Petur hevði tó ávísar álopsmøguleikar, og samstundis hevði Jónas ikki so nógva tíð eftir á klokkuni. Jónas telvaði tó neyvt allan vegin, og endin var, at Petur gav skarvin yvir. Sostatt er Jónas Sólsker nýggjur unglingaføroyameistari í talvi. Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7 Rógvi Egilstoft Talvfelagið Rókur Talvsamband Føroya
14. apríl 2022 spældi Lasse Svan sín seinasta landsdyst fyri Danmark, hetta skrivar TV2 hondbólt um hendingina og hava tey eisini lagt eitt filmsklipp út, sjá her:
Med få minutter tilbage af kampen mod Polen tog Nikolaj Jacobsen timeout, og her måtte Lasse Svan ikke være med. Hvad han ikke vidste var, at alle spillere og staben sammen med tilskuerne i Royal Arena ville hylde den danske fløjspiller. Øjnene blev våde hos Lasse Svan, og det er han nok ikke ene om. Sikke en hyldest ??? Her filmsklipp, trýst play og pílin: Høgni Egilstoft Nielsen hevði møguleika at tryggja sær FM-heitið, tá hann í dag møtti nærmasta kappingarneytanum, Luitjen Akselsson Apol, við hvíta fólkinum. Fyri at gerast føroyameistari skuldi Høgni vinna talvið, meðan Luitjen við einum sigri kundi leggja seg undir liðina á Høgna í oddinum. Tað gekk javnt á fyrstu løtuna, men í einum rímiliga fløktum miðtalvi við nógvum fólki á borðinum var Luitjen óneyvir. Høgni vann sær fyrimun, men oddamaðurin megnaði ikki at finna røttu leikirnar í fløktu støðuni til at varðveita fyrimunin. Tí javnaði støðan seg skjótt út, og fáar leikir seinni samdust teir báðir um javnleik. Við hesum skal Høgni nú bert hava javnt í morgin fyri at tryggja sær triðja føroyameistaraheitið á rað. Luitjen hinvegin mundi helst hava eina vón um at koppa Høgni í dagsins dysti og harvið leggja seg undir liðina á honum í oddinum, men hinvegin man hann nokk eisini vera rímiliga væl nøgdur við at hava fingið ½ stig móti Høgna, tá alt kemur til stykkis. Við hesum varðveitir ungi maðurin eisini 2. plássið í kappingini. Hans Kristian Simonsen liggur nú best fyri í kappingini at taka 3. plássið. Hans Kristian hevði í dag hvítt móti Willa Olsen, og talan gjørdist um eitt lívligt og skjótt talv. Hans Kristian fór heilt tíðliga í eitt øgiligt álop, har hann bæði lat finnur og menn fara. Hetta vísti seg at vera ein góð avgerð. Wille fann ikki røttu leikirnar til at verja seg, og eftir bert 19 leikir gav hann skarvin yvir. Rógvi Egilstoft, sum ikki hevur havt sína bestu kapping, hevði í dag hvítt móti pápanum, Torkili Nielsen. Í dag riggaði væl hjá Rógva Egilstoft. Hann kom væl frá byrjan og vann sær skjótt ein lítlan fyrimun. Hesin fyrimunurin gjørdist bara størri og størri, og tá teir báðir feðgarnir fóru inn í endatalvið, hevði Rógvi tvær finnur fleiri. Her lat hann ikki við seg koma og vann seg upp á 3 stig í kappingini. Í seinasta talvinum í dag samdust Rani Nolsøe og Carl Eli Nolsøe Samuelsen um javnleik eftir bert 9 leikir. Í morgin er seinasta umfar á skránni. Tá skal Høgni hava í minsta lagi javnleik við svørtum móti Willa Olsen fyri at tryggja sær triðja meistaraheitið á rað. Heðin aftur á beint Sjálvt um Heðin Gregersen tapti sítt fyrsta talv í gjár eftir fýra sigrar á rað, so var hann tó enn á odda í 1. Bólki undan dagsins umfari. Hann var ½ stig framman fyri Jón í Horni Nielsen. Men í dag bragdaði aftur hjá Heðini Gregersen við hvíta fólkinum móti Heiðriki T. Jacobsen. Tað gekk annars leingi javnt á, men tá Heiðrikur brádliga var óneyvur tvær ferðir innan fáar leikir, var Heðin Gregersen eirindaleysur. Hann revsaði beinanvegin Heiðrik, og so var sigurin heima. Nærmasti kappingarneytin hjá Heðini Gregersen, Jón í Horni Nielsen, megnaði ikki at fáa fulla úrtøku í dag. Hann telvaði javnt móti Herlufi Hansen, og við hesum er Heðin Gregersen nú 1 stig framman fyri bæði Jón í Horni Nielsen og Janus Skaale, sum í dag vann á Boga Hansen Eliasen. Í seinasta umfarinum í morgin kann Heðin Gregersen tryggja sær sigurin í 1. bólki. Fyri at gerast vinnari av 1. Bólki, skal hann í minsta lagi hava ein javnleik móti Boga Hansen Eliasen, sum enn ikki hevur fingið nakað stig. Brandur er nú á odda Í almenna bólkinum er Brandur Højgaard nú einsamallur á odda. Brandur hevði í dag svart móti Silas G. Hannesarson, og leingi líktist tað einum javnleiki millum teir báðar. Men brádliga var Silas G. Hannesarson óneyvur og gjørdi ein stóran feil, og Brandur Højgaard takkaði fyri. Undan dagsins umfari var Brandur javnur í oddinum við Rógva Mørkøre, sum ikki hevði tapt ein talv, áðrenn hann í dag møtti Henrik W. Joensen við svørtum. Ein stóran part av talvinum í dag var heldur ikki líkt til, at Rógvi skuldi fáa sítt fyrsta tap. Hann telvaði nevniliga væl og hevði vinnandi fyrimun, tá hann brádliga gjørdist óneyvir. Tveir stórir feilir mest sum upp í slag blivu dýrir, og so vann Henrik W. Joensen. Við sigrinum er hann nú nærmasti kappingarneyti hjá Branduri Højgaard í oddinum. Hann er ½ stig aftanfyri. Fýra javnir í oddinum Tað man ikki vera ofta, at unglingakappingin hevur verið so jøvn, sum hon er júst í ár. Undan dagsins umfari var Jónas Sólsker fremstur, meðan Rógvi Heinason Olsen var nærmasti kappingarneytin hjá honum ½ stig aftanfyri. Men hetta broyttist alt í dag. Bæði Jónas og Rógvi taptu nevniliga síni talv í dag. Jón tapti við hvítum móti Petur G. Magnussen, meðan Rógvi tapti við hvítum móti Áka Ingason. Tá Poul Thomsen samstundis vann sítt talv móti Emil Jacobsen Jamil, eru tað nú fýra telvarar, sum liggja javnir í oddinum við 4½ stigi. Teir fýra eru Jónas Sólsker, Petur G. Magnussen, Áki Ingason og Poul Thomsen. Rógvi Heinason Olsen og Rókur Davidsen eru ½ stig aftanfyri. Í seinasta umfari í morgin møtast fýra teir fremstu innanhýsis. Áki Ingason hevur hvítt móti Jónas Sólsker, meðan Petur G. Magnussen hevur hvítt móti Poul Thomsen. Úrslit frá FM-kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=0 Rógvi Egilstoft Talvfelagið Rókur Talvsamand Føroya Nú tað bert mangla tvey umfør av ársins FM-kapping í talvi, er tað greitt, at tað nú bert eru tveir telvarar, sum hava møguleika at vinna føroyameistaraheitið hjá teimum vaksnu. Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið flúgvandi higartil í kappingini, og áðrenn talvið móti Rana Nolsøe í dag, har Høgni hevði hvíta fólkið, hevði sandavágsmaðurin vunnið øll síni talv. Tí var talan um ein stóra uppgávu hjá royndu klaksvíkinginum við svarta fólkinum. Og heldur ikki hann megnaði at fáa nakað burturúr móti Høgna í dagsins talvi. Tíðliga í talvinum gjørdi Rani nevniliga tvey mistøk innan heilt fáar leikir, og Høgna líkt, so var hann aftur í dag fullkomiliga eirindaleysur. Hann revsaði beinanvegin smáu mistøkini hjá Rana, sum hann hevur verið ógvuliga góður til alla kappingina, og eftir bert 21. leikir valdi Rani at gevast. Stórur spenningur var um talvið millum Luitjen Akselsson Apol og Hans Kristian Simonsen. Júst teir báðir vóru nærmastu kappingarneytarnir hjá Høgna undan dagsins umfari, og teir hava báðir telvað væl higartil í FM-kappingini. Á degnum var tað tó ungi og sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol, sum var omaná. Eftir eina javna byrjan gjørdi Hans Kristian ein stórt mistak í 20. Leiki, sum kostaði honum kvalitet. Hann royndi at stríðast eina løtu eftir hetta, men fáar leikir seinni gav hann skarvin yvir, og Luitjen er nú einasta telvarin, sum hevur møguleika at hótta oddasessin hjá Høgna Egilstoft Nielsen. Wille Olsen, sum bert hevði ½ stig undan dagsins umfari, fekk í dag sín fyrsta sigur í kappingini, og talan var um ein av teimum heilt góðu sigrunum. Hann hevði nevniliga hvítt móti Rógva Egilstoft, og á degnum var Wille greitt omaná. Hann telvaði væl og neyvt at kalla allan vegin og revsaði óneyvu leikirnar hjá Rógva. Støðan hjá honum var eitt skifti so góð, at hann hevði mát í fáum leikum. Hann fann tó ikki røttu leikirnar í hesi støðuna, men tað bilti minni. Fyrimunurin hjá honum var longu so stórur, at hann ikki slepti takið um sigurin. Í seinasta talvinum møttust Torkil Nielsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Her hevði Torkil ein rímiligan fyrimun tíðliga í talvinum, men hetta broyttist alt við einum óneyvum rókaleiki. Brádliga hevði Carl Eli yvirtakið, og hetta slepti hann ongantíð. Í morgin er veruligur toppdystur á skránni, tá Høgni Egilstoft Nielsen hevur hvítt móti Luitjen Akselsson Apol. Vinnur Høgni hetta talvið, so gerst hann eisini føroyameistari. Janus koppaði Heðin Heðin Gregersen hevur verið sera væl upplagdur í 1. bólki higartil í ársins FM-kapping, og undan dagsins umfari hevði hann vunnið øll síni talv. Men í dag steðgaði sigursrøðin, tá hann rendi seg inn í Janus Skaale, sum hevði hvíta fólkið. Janus kom sera væl frá byrjan og vann sær ein rímiligan fyrimun alt fyri eitt, og hann var sera væl upplagdur í dag. Hann telvaði neyvt og væl allan vegin, og lat ongantíð Heðin koma inn aftur í talvið eftir eina minni góða byrjan. Eftir 31 leikum gavst Heðin, og harvið var fyrsta tapið veruleiki. Samstundis otaði Janus seg tættari oddinum og er nú bert eitt stig aftan fyri Heðin Gregersen. Við tapinum til Heðin Gregersen kundi hinir telvararnir nú taka seg tættari oddinum, og tað vóru tað nakrir av teimum, sum gjørdu sær dælt av. Jón í Horni Nielsen vann m.a. sítt talv móti Herlufi Hansen, og við sigrinum er hann nú bert ½ stig aftan fyri Heðin Gregersen. Heiðrikur T. Jacobsen blandar seg eisini í oddan, eftir at hann vann á Margar M. Berg. Hann hevur nú 3 stig í kappingini og er harvið 1 stig aftan fyri oddamannin. Í seinasta talvinum vann Andrias Danielsen á Boga Hansen Eliasen. Tveir javnir í almenna bólkinum Í almenna bólkinum hevur Rógvi Mørkøre ligið fremstur teir báðar síðstu dagarnar, men nú hevur hann fingið ein undir liðina á sær í oddinum. Eftir ein javnleik í gjár telvaði Rógvi Mørkøre aftur javnt í dag móti Silas G. Hannesarson. Hetta gjørdi, at bæði Brandur Højgaard og Ingolf Debes við einum sigri høvdu møguleika at leggja seg undir liðina á Rógva í oddinum. Júst hesir báðir møttust í innanhýsis talvi, og talan gjørdist um drúgvasta talvið á degnum. Brandur Højgaard hevði eitt skifti rímiliga greiðan fyrimun, men eftir nakrar óneyvar leikir javnaði støðan seg út, og leingi líktist talvið einum púra greiðum javnleiki. Men Ingolf gjørdi ein feil, og so takkaði Brandur fyri. Tí eru tað nú Rógvi Mørkøre og Brandur Højgaard, sum liggja fremstir í almenna bólkinum. Kappingin er tó hørð, tí Silas G. Hannesarson og Henrik W. Joensen eru bara ½ stig aftanfyri. Jónas einsamallur á odda Í unglingabólkinum er ein nýggjur maður nú einsamallur á odda. Undan dagsins umfari vóru Rógvi Heinason Olsen og Jónas Sólsker javnir í oddinum, men eftir talvini í dag er Jónas Sólsker einsamallur á odda. Jónas fekk í dag ein góðan sigur við svarta fólkinum móti Markus Jacobsen. Samstundis telvaði Rógvi Heinason Olsen javnt við svarta fólkinum móti Poul Thomsen. Við hesum hevur Jónas Sólkser nú 4½ stig í oddinum, meðan Rógvi Heinason Olsen er ½ stig aftanfyri. Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=0 Rógvi Egilstoft Talvfelagið Rókur Talvsamband Føroya Høgni Egilstoft Nielsen er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, sum í hesum døgum verður telvað á Eiði. Undan dagsins talvum hevði Høgni fult stigatal, men tað sama hevði sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol, sum tó ikki megnaði at vinna sær úrtøku í dag. Hans Kristian Simonsen, sum eisini hevur havt eina sera góða kapping higartil í ár og bert var ½ stig aftan fyri Høgna og Luitjen undan dagsins dystum, var í dag mótstøðumaðurin hjá Høgna Egilstoft Nielsen. Hans Kristian Simonsen hevði hvíta fólkið, og talan gjørdist um eitt spennandi talv, sum eisini varð tað seinasta, sum bleiv liðugt á degnum í landsliðsbólkinum. Leingi var støðan millum teir báðar sera jøvn, men út á talvið var tað Høgni, sum vann sær ein rímiliga greiðan fyrimun. Í 42. leiki gjørdi Høgni tó ein feil, sum javnaði støðuna fullkomiliga út, tá hann ofraði ein rók inni á f2. Í staðin fyri at taka rókin við konginum valdi Hans Kristian tó at flyta kongin undan í staðin, og tað var ein stórur feilur. Fáar leikir seinni hevði hann lagt kongin, og Høgni er í stórum stíli á veg móti triðja FM-heitinum á rað. Argasti kappingarneytin hjá Høgna, Luitjen Akselsson Apol, hevði í dag eina torføra uppgávu, tá hann skuldi royna at koppa Rógva Egilstoft við svarta fólkinum. Rógvi hevur ikki havt eina so góða kapping við bert einum stigi eftir trý umfør, men í dag var Rógvi greitt omaná. Byrjanin millum teir báðar var jøvn, men við neyvari telving vann Rógvi sær spakuliga ein fyrimun. Tá hann so í 30. leiki vann ein mann, var støðan ikki góð hjá Luitjen. Ungi maðurin royndi at stríðast eina løtu, men Rógvi lat ikki við seg koma og koyrdi ein tryggan sigur heim. Rani Nolsøe, sum lá javnur við Rógva Egilstoft við 1 stigi undan dagsins talvum, hevði í dag hvítt móti Torkili Nielsen, sum hevði ½ stig. Her telvaði Rani Nolsøe sannførandi at kalla allan vegin, og hvørja ferð Torkil var eitt sindur óneyvur, fann Rani rætta leikin. Tí vann hann sær rættiliga skjótt greiðan fyrimun, og eftir 33 leikir valdi Torkil at gevast. Í seinasta talvinum hevði Carl Eli Nolsøe Samuelsen hvíta fólkið móti Willa Olsen. Her stóð Carl Eli heldur betri tíðliga í talvinum, men tá so Wille longu í 16. leiki gjørdi ein ordiligan bukk, var leiðin løgd fyri einum sigri til Carl Eli. Hann tók eisini av møguleikanum og vann fáar leikir seinni. Í morgin møtast argastu kappingarneytarnir hjá Høgna Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Hans Kristian Simonsen, í innanhýsis dysti. Rani Nolsøe skal við svarta fólkinum vita, um hann verður tann fyrsti, sum megnar at koppa Høgna í ársins FM-kapping. Eingin steðgar Heðin Í 1. bólki var Heðin Gregersen einsamallur á odda undan dagsins dystum við fullum stigatali. Í dag skuldi hann royna seg við hvítum móti Margari M. Berg, men heldur ikki hann megnaði at steðga Heðini Gregersen. Longu í 9. leiki fekk Heðin fyrimun, tá Margar valdi at fara í longu borg, og Heðin var ómetaliga neyvur restina av talvinum. Hann telvaði mest sum feilfrítt, og endin var, at Margar gav skarvin yvir longu eftir 26 leikir. Heiðrikur T. Jacobsen var nærmasti kappingarneytin hjá Heðini Gregersen undan dagsins talvdystum, men hann megnaði ikki at fáa nakað burtur úr í dag. Hann hevði annars hvíta fólkið móti Jón í Horni Nielsen, men Jón telvaði væl og endaði við at koppa Heiðriki. Við sigrinum hevur Jón í Horni Nielsen nú lagt seg á 2. plássi í 1. bólki saman við Herlufi Hansen, sum í dag vann á Boga Hansen Eliasen. Teir báðir eru tó longu nú heili 1½ stig aftan fyri Heðin Gregersen, og nógv bendir longu nú á, at Heðin fer at gerast vinnari av fyrsta bólki. Um hann megnar at halda fast um góða gongdina, so fer hann uttan iva eisini at taka eitt stórt lop rætta vegin í rating. Í seinasta talvinum í dag vann Janus Skaale við svørtum á Andriasi Danielsen. Rógvi enn á odda Í almenna bólkinum er Rógvi Mørkøre enn fremstur, men í dag megnaði hann ikki at fáa fulla úrtøku fyri fyrstu ferð í kappingini. Hann hevði svarta fólkið móti Ingolf Debes, sum bert var ½ stig aftan fyri undan talvinum teirra millum. Talan var um eitt sera javnt talv, men í 30. leiki gjørdi Rógvi ein stóran feil, sum Ingolf tó ikki megnaði at gera sær dælt av, og so endaði talvið við javnleiki. Rógvi er tí enn fremstur, men í hølunum á honum eru Ingolf Debes, Brandur Højgaard og Silas G. Hannesarson bara ½ stig aftanfyri. Rógvi vann toppdystin Hjá unglingunum var toppdystur á skránni í dag millum teir báðar hægst styrkismettu telvararnar. Markus Jacobsen, sum hevði fult stigatal, hevði svart móti Rógva Heinason Olsen, sum var ½ stig aftanfyri. Her gjørdi Markus ein stóran feil longu í 12. leiki, tá hann misti mann, og sjálvt um hann stríddist leingi, so lat Rógvi ikki við seg koma og vann ein tryggan sigur. Við sigrinum er Rógvi nú fremstur í unglingabólkinum, men hann er tó ikki einsamallur. Jónas Sólsker vann eisini sítt talv í dag og liggur harvið undir liðini á Rógva í oddinum. Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613228.aspx?lan=7&art=2&rd=4 Rógvi Egilstoft Talvfelagið Rókur og Talvsamband Føroya Kappingin er at kalla skrædnað í helvt í landsliðsbólkinum, eftir at 3. umfar hevur verið á skránni í dag. Oddamenninir stóðu nevniliga allir eftir sum sigursharrar í dagsins talvdystum, og við hesum er munurin frá 3. plássi niður á 4. pláss longu nú 1½ stig, og tí er alt, sum bendir á, at føroyameistarin í 2022 skal finnast millum teir tríggjar, Høgna Egilstoft Nielsen (2410), Luitjen Akselsson Apol (2160) og Hans Kristian Simonsen (2176). Tey flestu eyguni vóru í dag helst vend ímóti talvinum millum brøðurnar Høgna Egilstoft Nielsen og Rógva Egilstoft, sum eru teir báðir hægst styrkismettu telvararnir í landsliðsbólkinum. Við hvíta fólkinum kom Høgni heldur betri frá byrjan, og leik fyri leik vann hann sær ein lítlan fyrimun. Tá hann so við góðari kombinatión fekk frúnna frá Rógva fyri ein rók og ein bisp, tóktist talvið avgjørt. Rógvi royndi at stríðast eina løtu afturat, men Høgni var neyvur, og endin var, at Rógvi gav skarvin yvir. Luitjen Akselsson Apol, sum eisini hevði fult stigatal undan dagsins talvum, skuldi í dag royna seg við hvítum móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Luitjen hevur verið ógvuliga sannførandi í ársins FM-kapping, og tað var hann aftur í dag. Hann telvaði mest sum feilfrítt, bygdi sær róliga ein fyrimun upp, áðrenn hann setti endaliga álopið inn. Endin var, at Carl Eli stóð eftir við tveimum monnum í færri, og so legði hann kongin. Nærmasti kappingarneytin hjá teimum báðum oddamonnunum, Hans Kristian Simonsen, hevði í dag hvítt móti Rana Nolsøe. Hans Kristian og Rani togaðust í dag bæði væl og leingi í spennandi og jøvnum talvi. Eftir góðar 40 leikir hevði Rani vunnið sær greiðan fyrimun og stóð til at vinna, men so var hann óneyvur. Tveir stórir feilir uppá fáar leikir blivu dýrir fyri Rana, og Hans Kristian takkaði fyri. Í seinasta talvinum hevði Wille Olsen hvítt móti Torkili Nielsen. Undan talvinum hevði hvørgin teirra fingið nakað stig, so tað var umráðandi hjá báðum at fáa okkurt burtur úr hesum talvinum. Talan gjørdist ikki um nakað langt talv, tí eftir bert 22 leikir samdust teir báðir um javnleik. Í morgin er oddadystur á skránni, tá Hans Kristian Simonsen hevur hvítt móti Høgna Egilstoft Nielsen. Hin oddamaðurin, Luitjen Akselsson Apol, hevur eisini eina trupla uppgávu, tá hann skal royna seg við svørtum móti Rógvi Egilstoft. Heðin nú púra einsamallur Í 1. bólki er tað klaksvíkingurin, Heðin Gregersen, sum hevur lagt sjógv millum seg og restina av feltinum. Heðin hevði vunnið bæði talvini undan dagsins dystum, og í dag var hann aftur omaná, tá talvið var liðugt. Hesa ferð hevði hann svart móti Andrias Danielsen. Eitt skiftið tíðliga í talvinum sá einki út hjá Heðini Gregersen. Andrias hevði nevniliga vunnið sær greiðan fyrimun, men Andrias var óneyvur, og so lat Heðin ikki við seg koma. Hann revsaði óneyvu leikirnar, og tað gekk ikki long tíð, so hevði hann vunnið talvið. Nærmasti kappingarneytin hjá Heðini Gregersen er nú Heiðrikur T. Jacobsen. Heiðrikur tapti annars fyrsta talvi, men síðani tá hevur hann vunnið tvær ferðir á rað. Í dag gekk tað út yvir Boga Hansen Eliasen. Bogi stóð annars betri, tá hann brádliga gjørdi ein risafeil, og tað bleiv beinanvegin revsað av Heiðriki. Í teimum báðum seinastu talvunum í 1. bólki vann Herluf Hansen á Janus Skaale, meðan Jón í Horni Nielsen og Margar M. Berg telvaðu javnt. Rógvi er nú á odda Í almenna bólkinum var toppdystur millum Rógva Mørkøre og Brand Højgaard í dag. Talan var leingi um eitt sera javnt og spennandi talv, men brádliga gjørdi Brandur ein stóran feil. Rógvi takkaði fyri, avgjørdi talvið og hevur nú lagt seg einsamallan á odda. Honum í hølunum eru nú Flóvin M. Tummasarson og Ingolf Debes við ½ stigi færri. Flóvin M. Tummasarson vann í dag á Sigurd Joensen, meðan Ingolf Debes telvaði javnt móti Silas G. Hannesarson. Í morgin verður toppdystur, tá Ingolf Debes hevur hvíta fólkið móti Rógva Mørkøre. Markus einsamallur fremstur Í unglingabólkinum er Markus Jacobsen nú einsamallur í oddinum eftir dagsins umfar. Markus hevði í dag hvítt móti Poul Thomsen, og har var eingin slingur í valsinum hjá unga kollfirðinginum. Hóast Markus nú er einsamallur á odda, so er kappingin tó hørð, tí í hølunum á honum bara ½ stig aftanfyri eru teir báðir Rógvi Heinason Olsen og Jónas Sólsker, sum í dag telvaðu javnt í innanhýsis dysti. Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her: https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=1 Rógvi Egilstoft Talvfelagið Rókur Talvsamband Føroya |
Greinar
July 2024
Categories |