Stórt tillukku kvinnur.
SáH
Norðoya Portalurin
Málið hjá Rannvu Biskopstø Andreasen, sum avgjørdi dystin og KÍ gjørdist enn einaferð steypavinnarar30/8/2015 Beint fyri dystarendar fekk KÍ brotsspark og veturanurin Rannvá Biskopstø Andreasen bleiv sett at taka og hon settið bóltin trygt í málið, til endaliga úrslitið 2-1 og gleðin tóktist ongan enda at fáa. Stórt tillukku kvinnur. SáH Ægir byrjar sítt virksemi aftur eftir summarferiu íkvøld. Har børn, ung og vaksin vera tilmeldaði. Til ber at melda seg til frá kl. 18.30 og eru tað nýggir limir, sum tá blíva tilmeldaðir. Kl. 19.00 eru tað svimjara, sum hava svomu við Ægir. Kostnaðurin er hesin: Børn frá 6 ár: 300,00 kr. pr. skeið (fyrsta skeið er til jólar) 2. lið: 1.000,00 kr. (fyri eitt svimjiár) 1. lið: 1.500,00 kr. (fyri eitt svimjiár) Master: 600,00 kr. (fyri hálvt svimjiár) Tikið verður ímóti við kontantum og gjaldskortið. Møguliga verður eisini babysvimjing og svimjing fyri fólk við breki, men har mugu vit finna venjarar fyrst. Vit ynskja øllum at vera vælkomin og vónandi fáa vit eitt gott Ægir ár. Við svimjikvøðu Símun á Høvdanum, formaður Bara man hevur viljan, so kann man koma langt. Okkara allerbesti havsvimjari Cecilia hevur sent Norðoya Portalinum hesar myndir og sigast skal, at man var ikki sørt spentir, tá ið man fylgdi við Ceciliu í Trongisvági via internetið leygardagin og sunnudagin. Hon stríddist einsamøll fyri Føroya land í Svøríki, men við góðari hjálp frá Danska svimjilandsliðnum eydnaðist tað henni, at vinna bronsu og silvur fyri Føroyar í NM Open Water 2015. Hon er lítillatin, men hon hevur ein av størstu stríðsviljanum í Føroyum, tá ið tað geldur svimjing og einamest havsvimjing. SáH Tað byrjaði annars sera gott. Í 16 min. fekk Heðin Klakstein bóltin í málið til 1-0 til KÍ og KÍ sat á øllum dystinum í fyrra hálvleiki og átti at verið frammanfyri 3-0, men bólturin vildi ikki inn. Í seinna hálvleiki kom TB meira við í spæli og vóru vandamiklir einar tvær ferðir, men ímóti endanum tóktist teir vera móðir og ein væntandi, at hesaferð fór KÍ avstað við øllum stigunum, men enn einaferð ein fadesa, Sørmund skuldi skallað bóltin til Meinhard í málinum, men har var ongin málmaður og bólturin endaði í tóma málinum og sostatt skoraði KÍ bæði málini og dysturin endaði 1-1. Nú hava vit mist fýra stig við Stórá við tveimum fadesum og tað kann kosta okkum dýrt í síðsta endanum. Næsta vikuskiftið skal KÍ aftur til Suðuroyar og tá verður tað ímóti FC Suðuroy og tá er kravið at teir vinna. Koyrá KÍ. SáH Aftur eydnaðist tað Cecilu Wigant Eysturdal at fáa heiðurstekin ídag og hesaferð fekk hon eitt bronsu heiðurstekin í 5000 metur Open Water í NM. Tað má sigast at vera einastandandi, fyrst svimja 10.000 metrar og so dagin eftir svimja 5.000 og báðu ferðirnar enda ímillum trý tey fremstu í Norðurlondum. Á myndini sæst Cecilia, har hon fær handað silvurmerkið frá kappingini ígjár. Stórt tillukku Ceclia. Niðanfyri síggjast tíðirnar fyri 5000m NM Open Waters 2015 fyri kvinnur. Nr. 1 gjørdist Ellen Olsson frá Svøríki við tíðini 1:02:28:8, nr. 2 Lærke Toft Ruby frá Danmark við tíðini 1:05:37:4 og nummar trý okkara Ceclia Wigant Eysturdal við tíðini 1:08:10:9 SáH Cecilia Wigant Eysturdal fekk eitt flott siluvmerkið í Nordisk Open Water í 10.000 metrum í Gøteborg ídag. Hon fylgdist við nummar eitt til 7.5 kilometrar og endaði á einum flottum 2. plássið við tíðini 2:17:37. Vinnarin gjørdist Ellen Olsson úr Svøríki við tíðini 2:09:00 og nummar trý gjørdist Sofía Heimsten, eisini frá Svøríki og hon hevði tíðina 2:26:00. Stórt tillukku til Ceciliu frá okkum á Norðoya Portalinum og frá Ægir. Ímorgin verður tað 5000 metrar, og tá verður spennandi at vita, hvar Ceilia endar. Vit vóna tað besta. SáH |
Greinar
July 2024
Categories |