Fremstu fótbóltsdeildirnar hjá bæði kvinnum og monnum verða næstu fimm árini róptar Betri deildirnar. Betri verður samstundis høvuðsstuðul hjá føroyska kvinnulandsliðnum og fer at stuðla menning av ungdómsfótbólti í Føroyum. Hetta er partur av umfatandi menningaravtalu, sum FSF og Betri í dag hava undirskrivað. Fremsta deildin hjá kvinnum og monnum fer næstu fimm árini at eita Betri deildin. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at fremsta deildin hjá kvinnum fær eitt stuðulsnavn og samleika. Harumframt fáa nú eisini feløg, sum ikki hava lið í bestu deildini, lut í stuðlinum, um tey hava skipaðan barna- og ungdómsfótbólt. "Hetta er ein avtala, sum ger mun. Vit hava sett okkum greið langtíðarmál fyri føroyskan fótbólt. Styrkin hjá okkum er í breiddini, og ein slík avtala eggjar feløgunum at halda áfram við menningini. Størsta ótroytta tilfeingið eru kvinnur, og tað fara vit støðugt at leggja dent á at menna. Ein partur er at gera kvinnulandsliðið og Betri deildina hjá kvinnum sjónliga" sigur Christian Andreasen, forseti í FSF. Nýggja menningaravtalan tryggjar eina árliga stuðulsupphædd til liðini í Betri deildunum hjá bæði monnum og kvinnum, harumframt fáa eisini hini feløgini við skipaðum ungdómsarbeiði eina árliga upphædd. "Betri virkar kring allar Føroyar, og tí hóskar henda avtalan væl til Betri samtakið. Hetta er samstundis ein góður møguleika at vera við til at gera føroyskan fótbólt enn betri – uttan mun til kyn, aldur ella hvar í landinum, tú býrt" sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri samtakinum, sum fegnast um nýggju avtaluna við FSF. Høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum Ein annar partur av menningaravtaluni er, at Betri eisini verður høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum. Føroyska kvinnulandslið fær í 2018 vitjan av Íslandi, Slovenia og helst besta landsliðnum í heiminum, Týsklandi. Kvinnulandsliðið spældi seg í undankappingina, tá liðið framman fyri stórari fjøld vann avgerandi dystin móti Turkalandi í apríl í ár. "Nú okkara bestu kvinnur bjóða teimum sterkastu londunum av, hava tær veruliga brúk fyri stuðli. Tað er greitt, at møguleikarnir at menna fótbólt fyri kvinnur eru stórir, um vit líta fram í tíðina. Tí vilja vit fegin vera við til at gera føroyska kvinnufótbólt enn betri" sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri samtakinum. Avtalan millum FSF og Betri er galdandi frá 2018 til og við 2022. Spenningurin økist, nú tað nærkast til at Signhild Joensen fer at svimja 200 metur ryggsvimjing á EM 2017 í Keypmannahavn. Hetta er hennara besta svimjigrein og tað er nú, at hon skal gera seg galdandi. Hon hevði stórar trupuleikar í 100 metur rygg, tí fyrireikarnir ikki góðtóku svimjhettuna hjá henni, beint áðrenn hon skuldi fara inn at svimja og tá ið hon skuldi starta, ja, so var startkílin hjá henni í ólagi. Hetta gjørdi at hon misti fokus og tískil ikki megnaði at svimja síni besti tíð. Nú er at vóna at onki tílíkt hendur ímorgun. Signhild svimur í fyrsta riðli og á geil 1. Vit ynskja Signhild Joensen góða eydnu. Koyrá SáH Kl. 8.30 ímorgun byrjar EM í stuttgeil í Keypmannahavn. Føroyar luttekur við fýra svimjarum. Teir eru Álvi Hjelm og Signhild Joensen frá Ægir, Óli Motensen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard frá Havnar Svimjifelag. Tað verður Álvi Hjelm, sum byrjar fyrst og tað verður umleið kl. 10.16 danska tíð og 9.16 føroyska tíð. Hann luttekur í 400 metur frí og byrjar í fyrsta riðli. Í næstu riðli luttekur Óli Mortensen og tað er eisini í 400 metur frí. Næst verður Signhild Joensen, hon kava í hylin kl. 10.38 danska tíð og 9.38 føroyska tíð og tað er í 100 metur ryggsvimjing.. Síðst í hylin ídag verður Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og hon skal svimja 800 metur frí kl. 10.12 føroyska tíð. Sjá myndir niðanfyri og tit kunnu fylgja við EM í svimjing á hesum linkinum, klikk her "EM stuttgeil í Keypmannahavn". Góða eydnu til okkara svimjara, venjara og leiðara. SáH Ægir hevði sín árliga jólahugna mikukvøldið og mánadagin var myndatøka av Ægir liðnum. Her myndirnar, klikk her "Ægir myndatøka og jólahugni" SáH Skipað verður fyri innandura fótbóltskapping har virkir, stovnar og feløg bresta saman í leiki. Leiðslur í fyritøkum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og øðrvísi degi fyri síni starvsfólk - leiðslurnar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi Hvørt liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á vøllinum í senn. Bert ein EFFO-leikari kann verða á vøllinum fyri hvørt liðið í senn . Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á vøllin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum. Annars eru vanligir reglar galdandi, sum vit kenna teir í Klaksvík Nú er avgjørt, at kappingin byrjar kl. 15.00. Finalan væntast at blíva spæld kl. 20.00 ella har áleið. Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv Umframt steyp og medaljur fær vinnandi liðið 5 stk. árskort til allar heimadystir í Effo-deildini hjá KÍ næsta kappingarár. Tilmelding hjá Meinhardt, á telefon 765050, ella umvegis teldupostin Kelda: www.ki.fo SáH Flogbóltur, steypakappingin: Úrslit fyrsta umfar Fyrsta umfar í steypakappingini í flogbólt hevur verið um vikuskiftið. Tvey lið í hvørjum bólki koma víðari til eina hálvfinalu, sum verður um miðjan februar 2018. Úrslitini vóru hesi: Bólkur 1, kvinnur: SÍ – Ternan, kvinnur, 3-0 (25-09, 25-14 og 25-08) TB – Dráttur, kvinnur, 2 – 3 (23-15, 25-15, 21-25, 25-22 og 12-15) Bólkur 2, kvinnur: KÍF – Mjølnir, kvinnur, 0-3 (19-25, 20-25 og 20-25) (triðja liðið í bólkinum er Fleyr) Bólkur 1, menn: TB – SÍ b, menn, 1-3 (25-19, 12-25, 23-25 og 18-25) Fleyr a – Mjølnir, menn, 1 – 3 (25-20, 14-25, 15-25 og 23-25) Bólkur 2, menn: SÍ a – ÍF , menn, 3 – 0 (21-25, 16-25 og 16-25) (Triðja liðið í bólkinum er Fleyr b) Mynd er frá dystinum millum Fleyr og Mjølnir menn Kelda: www.fbf.fo SáH Signhild Joensen gjørdi bart fyri løtu síðani og vann stórt í 200 metur rygg í Norðurlendska Meistaraskapinum í Reykavík. Hon settið eisini eitt flott føroyskt met og er hetta fjórða metið hon setur á leikunum í Íslandi. Gamli metið átti hon sjálv, tað var 2.10.11 og nú er hon fyrsta kvinnan í Føroyum, sum hevur svomið niðanfyri 2.10.00, tí hon svam eina super tíð, sum var 2.09.32. Stórt tillukku Signhild Joensen og sjálvandi til venjaran eisini Jaime. |
Greinar
September 2024
Categories |