
Føroyar luttekur við fýra svimjarum. Teir eru Álvi Hjelm og Signhild Joensen frá Ægir, Óli Motensen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard frá Havnar Svimjifelag.
Tað verður Álvi Hjelm, sum byrjar fyrst og tað verður umleið kl. 10.16 danska tíð og 9.16 føroyska tíð. Hann luttekur í 400 metur frí og byrjar í fyrsta riðli. Í næstu riðli luttekur Óli Mortensen og tað er eisini í 400 metur frí.
Næst verður Signhild Joensen, hon kava í hylin kl. 10.38 danska tíð og 9.38 føroyska tíð og tað er í 100 metur ryggsvimjing..
Síðst í hylin ídag verður Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og hon skal svimja 800 metur frí kl. 10.12 føroyska tíð.
Sjá myndir niðanfyri og tit kunnu fylgja við EM í svimjing á hesum linkinum, klikk her "EM stuttgeil í Keypmannahavn".
Góða eydnu til okkara svimjara, venjara og leiðara.
SáH