Fremsta deildin hjá kvinnum og monnum fer næstu fimm árini at eita Betri deildin. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at fremsta deildin hjá kvinnum fær eitt stuðulsnavn og samleika. Harumframt fáa nú eisini feløg, sum ikki hava lið í bestu deildini, lut í stuðlinum, um tey hava skipaðan barna- og ungdómsfótbólt.
"Hetta er ein avtala, sum ger mun. Vit hava sett okkum greið langtíðarmál fyri føroyskan fótbólt. Styrkin hjá okkum er í breiddini, og ein slík avtala eggjar feløgunum at halda áfram við menningini. Størsta ótroytta tilfeingið eru kvinnur, og tað fara vit støðugt at leggja dent á at menna. Ein partur er at gera kvinnulandsliðið og Betri deildina hjá kvinnum sjónliga" sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.
Nýggja menningaravtalan tryggjar eina árliga stuðulsupphædd til liðini í Betri deildunum hjá bæði monnum og kvinnum, harumframt fáa eisini hini feløgini við skipaðum ungdómsarbeiði eina árliga upphædd.
"Betri virkar kring allar Føroyar, og tí hóskar henda avtalan væl til Betri samtakið. Hetta er samstundis ein góður møguleika at vera við til at gera føroyskan fótbólt enn betri – uttan mun til kyn, aldur ella hvar í landinum, tú býrt" sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri samtakinum, sum fegnast um nýggju avtaluna við FSF.
Høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum
Ein annar partur av menningaravtaluni er, at Betri eisini verður høvuðsstuðul hjá kvinnulandsliðnum.
Føroyska kvinnulandslið fær í 2018 vitjan av Íslandi, Slovenia og helst besta landsliðnum í heiminum, Týsklandi. Kvinnulandsliðið spældi seg í undankappingina, tá liðið framman fyri stórari fjøld vann avgerandi dystin móti Turkalandi í apríl í ár.
"Nú okkara bestu kvinnur bjóða teimum sterkastu londunum av, hava tær veruliga brúk fyri stuðli. Tað er greitt, at møguleikarnir at menna fótbólt fyri kvinnur eru stórir, um vit líta fram í tíðina. Tí vilja vit fegin vera við til at gera føroyska kvinnufótbólt enn betri" sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri samtakinum.
Avtalan millum FSF og Betri er galdandi frá 2018 til og við 2022.