Í løtuni stríðast teir frá Klaksvíkar Kommuna við at rudda vøllin. Tað kavaði illa nakað yvir kl. 11.00, tá ið hesar myndirnar vóru tiknar, men so slítur í og so kavar aftur. Væntandi verður vøllurin klárur til kl. 13.00, so spælandi verður. Fysti dystir byrjar kl. 13.00 og er tað ímillum KÍ og Víkingur og kl. 15.30 spæla NSÍ og B36. SáH Ein sera stórur dagur fyri alt Ægir liðið ígjár. Ein av okkara allerbestu svimjarnum Signhild joensen setti nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing við tíðini 2:14:74. Sostatt slóð hon eitt av elstu metinum á metlistanum hjá SSF,. Elspa Mørkøre átti føroyaska metið á 2:15:15 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007, so metið hevur staðið í gott 9 ár. FANTASTIKA flott Signhild, tú ert ein kempa og vit øll ynskja tær hjartaliga tillukku. SáH Tað gekk serstakliga gott hjá Ægir í svimjikappingin í Klaksvík um vikuskiftinum. Ægir vann nógv flest kappingar, setti trý føroysk junior met og eitt føroyskt met. Teir flestu av svimjarnum forbetraði sínar tíðir munandi. Hjá teimum yngru gekk eisini sera gott, har fleiri fingu bronsunál við stjørnu, talentnálir og hjá Kristu Mørkøre gekk eisini sera væl. Hon forbetraði seg heilt nógv og nú nærkast, at hon klárar kravtíðirnar til OL í Brasil. Her nakrar myndir frá kappingini, fleiri myndir ímorgin. Stórt tillukku Ægir. SáH Ein legenda innan BMX er deyður - einans 41 ára gamal. Talan er Dave Mirra, sum vann BMX kappingina hvørt ár frá 1998 til og við 2008 - heili 14 gullmedjalur innan henda extrema súkkluítrott. Løgreglan í Greenwille veit at siga frá, at Mirra hevur skotið seg sjálvan í høvdið og nú kannar løgreglan so víðari málið, sum eitt sjálvmorðsmál. Og verður tað eisini kannað hví hetta unga talenti hevur valt at taka lívið av sær sjálvum. Mirra varð væl fyri og hevði eisini eina konu og tvey børn - verðin innan henda ítrott er farin totalt í sjokk. JáH (y) 05.02.2016 |
Greinar
July 2024
Categories |