SáH
Kringvarp Føroya skal hava rós fyri teirra luttøku til svimjiakappingina í Gotlandi og her innlegg um tey fýra gull, sum føroysku svimjarnir vunnu seinasta dagin. Klikk her "Føroyskar gullgentur"
SáH Hóskvøldið spældi KÍ Europa League dyst í Gundadali ímóti stórliðnum AIK Stockholm frá Svøríki og eydnaðist tað okkara monnum púra óvæntað at spæla javnt. KÍ spældi sera verjukendan fótbólt og tað merktist ígjøgnum allan dystin, har flestu av spælarnum vóru í hálvini hjá KÍ, men tó, so kom KÍ til onkrar málmøguleikar og einaferð í fyrra hálvleiki var heilt nær við. Verjan hjá KÍ spældi ein brand dyst og tá ið dómarin floytaði dystin av, stóð á jøvnum 0-0 og enn eitt stig til KÍ í Europa League dysti. Besti spælarnir hjá KÍ var heilt klárt Semir Hadzibulic, sum bardist sum ein úlvur ígjøgnum allan dystin. Her myndir frá dystinum hóskvøldið. SáH 10 mannafar róðurin gjørdist ógvuliga spennandi. Ormurin Langi var fremstir allan vegin inneftir, men við einum øgiligum endaspurtið vann Klaksvíkingur í Hósvík og hevur nú vunnið allar teir fyrsti tríggjar róðrarnar í ár. Stór frøði á øllum viðhaldsfólkunum hjá Klaksvíkingi. Tíðirnar vóru hesar: Nr. 1 Klaksvíkingur við tíðini 4:31.08, Nr. 2 Ormurin Langi við tíðini 4:31.41, Nr. 3 Drekin Reyði við tíðini 4:32.22 og nummar fýra Havnabáturin við tíðini 4:33.30. Stórt tillukku Klaksvíkingur. SáH Tað eydnaðist ikki Sundabátinum at eyndurvinna sigurin frá Jóansøku, men teir høvdu ein sera góðan endaspurt og vunnu næstan eina heila bátslongd inn á Hvessing, men spurturin kom ov seint og teir endaðu á einum øðrum plássi. Tiðirnar vóru hesar. Hvessingur nr. 1, við tíðini 4:51.45, nr. 2 Sundabáturin við tíðini 4.52.33 og nr. 3 Fortuna við tíðini 5.03.15. SáH Seinasta kappingin í kvøld var liðsvimjingin hjá kvinnum 4 x 100 metur frí og har vunnu okkara kvinnur í stórum stíli. Tíðin var 3:51.66, sum eisini er landsliðsmet. Her vóru tíðirnar hjá teimum sum svomu fyri Føroyar: Signhild Joensen, 58.59, Jana Bjartalíð Thomsen 57.57, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 57.99 og Sára Ryggshamar nysted 57.51. Ein kanon tíð og stórt tillukku Føroyar. SáH Signhild Joensen úr Ægir er flúgvandi í Gotlandi. Hon vann sannførandi í 200 metur rygg við tíðini 2:12.46, sum aftur hesaferð er nýtt Oyggjaleikamet. Nú hevur Signhild sligið oyggjaleikamet fýra ferðir á hesum leikunum og tað má sigast at vera sera flott. Fantastiska flott klára Signhild og spennandi verður at fylgja tær í HM í Budapest í summar, tá ið tú helst skal toppa. SáH Eftir ein skuffandi 200 metur blandað, har hann fekk silvur, tók Alvi Hjelm hevnd og hølvaði alt av í 400 metur blandað og sigast skal at hann var garvvillur, tá ið hann kom á mál og rópti sín sigursrús út um alla høllina. Alvi tapti 200 metur blandað við minsta marginali, nevnliga 0,01 sekundum og nærri kann ein ikki tapa. Hetta tap skuldi so ikki henda í 400 metur blandað og tað gjørdi tað so ikki, tíðin hjá Alva varð 4:22.01. Super flott Alvi Hjelm. SáH |
Greinar
July 2024
Categories |