KÍ spældi sera verjukendan fótbólt og tað merktist ígjøgnum allan dystin, har flestu av spælarnum vóru í hálvini hjá KÍ, men tó, so kom KÍ til onkrar málmøguleikar og einaferð í fyrra hálvleiki var heilt nær við.
Verjan hjá KÍ spældi ein brand dyst og tá ið dómarin floytaði dystin av, stóð á jøvnum 0-0 og enn eitt stig til KÍ í Europa League dysti.
Besti spælarnir hjá KÍ var heilt klárt Semir Hadzibulic, sum bardist sum ein úlvur ígjøgnum allan dystin.
Her myndir frá dystinum hóskvøldið.
SáH