Tað er Monika Osberg Højsted, sum hevur verið tilknýtt Ægir í nógv ár.
Hon hevur FINA venjaraskeiðini 1 og 2 frá SSF og nú skal hon lærast upp av høvuðsvenjarnum hjá Ægir Jamie Arro, har hon tríggjar dagar í vikuni luttekur saman við Jamie á síðukantinum við venjingini og fær hollan vitan at venja svimjarnar og hansara háttir at venja okkara besti svimjarar uppá.
Eisini skal hon luttaka til kappingingar og so skal hon venja 1. og 2. liðið, tá ið Jamie er uttanlanda við landsliðssvimjarnum og okkara toppsvimjara í Ægir.
Vit ynskja Moniku tillukku.
SáH