Atlantic Airways hevur í mong ár verið stoltur stuðul hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.
Nú hava Atlantic Airways og Fótbóltssamband Føroya skrivað undir nýggjan fýra ára stuðulssáttmála, sum fevnir um øll fótbóltslandsliðini, bæði hjá monnum, kvinnum og ungdómslandsliðini.
Christian Andreassen, formaður í FSF, sigur soleiðis:
“Øll okkara landslið fáa nú ágóðan av stuðulssáttmálanum við Atlantic Airways, og tað fegnast vit í FSF sjálvsagt um. Atlantic Airways hevur verið ein viðspælari í føroyskum fótbólti í nógv ár, og tað kennist sjálvandi væl hjá okkara spælarum at flúgva á føroyskum veingjum, tá ið teir umboða Føroyar uttanlands. Vit gleðast um, at Atlantic Airways á hendan hátt stuðlar menningini av føroyskum landsliðsfótbólti.”
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur í viðmerking:
“Føroyskur landsliðsfótbóltur hevur seinastu árini verið í einari sera jaligari gongd, og vit vilja gera tað, vit kunnu, fyri at vera við til at tryggja at góða gongdin í føroyskum fótbólti kann halda fram. Tað gera vit millum annað við eisini at stuðla tí góða ungdómsarbeiðnum hjá Fótbóltssambandinum.”
Kelda: Atlantic Airways
SáH