Eftir at hava vunnið Argja kappingina stórt, so vann Ægir eisini Reysta kappingina í Lorvík hampuliga stórt.
Stóri svimjarin hjá Ægir eru í løtuni Sandra Kristin Stampe Niclasen, Sofía Toftegaard og Marius Steinhólm, har Sofía Toftegaard vann heili 5 kappingar.
Ægir gjørdist nummar eitt við 11 gull, 7 silvur og 3 bronsu. Svimjifelagið Reysti gjørdist nummar tvey við 6 gull, 5 silvur og 4 bronsu og Havnar Svimjifelag gjørdist nummar trý við 6 gull, 4 silvur og 3 bronsu. Nummar fýru SU Svim, nummar fimm Flot og aftast Fuglafjarða Svimjifelag.
Øll úrslitini kunnu síggjast her: "Úrslit frá Reysta-stevnuni 28. oktober 2017"
Sær spennandi út fyri tey yngru í Ægir og vónandi halda svimjarnir áfram at svimja og eru hesi eisini við til at fleiri og fleiri ung fara at svimja í Ægir.
Her kunnu tit síggja yvir 130 myndir av Reystakappingini, klikk her "Reysta kappingin 2017"
Stórt tillukku Ægir.
SáH