Orm Langi fekk ein góðan start, men eftir nøkur fá tøk, so legði Klaksvíkingur seg á odda og hann helt støðuna alla vegin inn.
Hetta er triðji sigurin hjá Klaksvíkingi á rað, stórt tillukku Klaksvíkingur.
SáH
Norðoya Portalurin
Jóansøkuróðurin er nú endiliga skotin í gongd og fyrsti róðurin var 10. mannafarsróðurin og enn einaferð vann Klaksvíkingur ein knúsandi sigur á Orm Langa. Orm Langi fekk ein góðan start, men eftir nøkur fá tøk, so legði Klaksvíkingur seg á odda og hann helt støðuna alla vegin inn. Hetta er triðji sigurin hjá Klaksvíkingi á rað, stórt tillukku Klaksvíkingur. SáH Í góðveðrinum í dag varð reisigildið hildið á vøllinum við Djúpumýru, har Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, og Tummas Lervig, formaður í KÍ, søgdu nøkur orð. Síðan varð bjóðað til døgurað á loftinum í KÍ høllini. Í røðunum nýttu bæði Jóhanna og Tummas høvið, at rósa býráðnum, ið hevur hildið fram at gera íløgur í víðari menning av leikvøllinum við Djúpumýru, umframt at tey róstu arbeiðsfólkunum, sum av øllum alvið arbeiða móti málinum, ið er at skýlið skal takast í nýtslu 15. juli. Tá skal KÍ nemliga leika teirra fyrsta heimadyst á Djúpumýru í evropiskum samanhangi. Jóhanna Christiansen fegnast um, at tað hevur gingið somikið væl og skjótt við hesum partinum av skýlinum. Tí avtalan við Norðhús bleiv undirskrivað 11. mars og fevnir um heili 600 sitipláss á eystaru síðu. - Í fyrsta umfarið verður ikki møguligt at sita undir taki á eystaru síðu, men vónandi fáa vit sett pening til av til hendan partin komandi ár, sigur Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini. Verkætlanin kostar góðar 7 mió. og hevur FSF harav stuðla við 2. mió., umframt at FSF hevur víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnu landsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, nú leikvøllurin fær UEFA góðkenning. Klaksvíkar Kommuna Okkara høvuðsvenjari, Mikkjal Thomassen, hevur skrivað nýggjan langtíðarsáttmála, galdandi til og við kappingarárið 2025. Sunnukvøldið 26. oktober 2014, var eitt lagnukvøld fyri KÍ og Klaksvík sum heild. Hetta kvøldið skrivaði Mikkjal Thomassen undir fyrsta sáttmálan við KÍ. Málið var greitt, KÍ skuldi kappast í oddinum hvørt ár. Hetta má sigast at verða væleydnað, tí seinastu fimm árini er liðið hjá Mikkjal endað í topp fýra, sum gevur rætt at luttaka í evropeiskum fótbólti. Hæddarpunktini eru steypafinalan í 2016, FM finalan í 2019 og Europa League playoff í 2020. KÍ hevur spælt seg víðari í evropa hvørt ár síðan 2018, einasta undantak er í 2017 ímóti AIK. Góðu avrikini í evropa hava vunnið felagnum stórar peningaupphæddir sum hava gjørt tað møguligt at gera íløgur í felganum og tryggja góðar karmar í framtíðini. Eitt nú vóru 1,5 mió kr. settar í eitt framsøkið fótbólts akademi fyrr í ár. Akademiið skal tryggja bestu karmar og venjing til okkara ungu leikarar soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri topp leikarar upp á okkara besta lið. Vit ynskja Mikkjal tillukku við sáttmálanum og framhaldandi góða eydnu í KÍ. Klaksvíkar Ítróttarfelag Ítróttafeløg og sambond innan ítróttin kunnu søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøkur, eftir at løgtingið í apríl oyramerkti 3,5 milliónir krónur til endamálið Feløgini ella sambondini kunnu hava mist inntøkur, tí ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum. Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19 (hjálparpakki 2). Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 10.000 krónur. Tíðarskeiðið at søkja stuðul er fyri mistar inntøkur 1. juli 2020 – 31. mai 2021. Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið fýra milliónir krónur í inntøkum. Ítróttafeløg og sambond undir ÍSF fingu í dag, tann 8. juni 2021, umsóknarskjal um covid-19 stuðul. Freistin at søkja stuðulin er tann 27. juni 2021. Reglugerð korona stuðul fyri mistar inntøkur Vinaliga Ítróttasamband Føroya |
Greinar
December 2024
Categories |