Sunnukvøldið 26. oktober 2014, var eitt lagnukvøld fyri KÍ og Klaksvík sum heild. Hetta kvøldið skrivaði Mikkjal Thomassen undir fyrsta sáttmálan við KÍ.
Málið var greitt, KÍ skuldi kappast í oddinum hvørt ár. Hetta má sigast at verða væleydnað, tí seinastu fimm árini er liðið hjá Mikkjal endað í topp fýra, sum gevur rætt at luttaka í evropeiskum fótbólti.
Hæddarpunktini eru steypafinalan í 2016, FM finalan í 2019 og Europa League playoff í 2020.
KÍ hevur spælt seg víðari í evropa hvørt ár síðan 2018, einasta undantak er í 2017 ímóti AIK.
Góðu avrikini í evropa hava vunnið felagnum stórar peningaupphæddir sum hava gjørt tað møguligt at gera íløgur í felganum og tryggja góðar karmar í framtíðini. Eitt nú vóru 1,5 mió kr. settar í eitt framsøkið fótbólts akademi fyrr í ár. Akademiið skal tryggja bestu karmar og venjing til okkara ungu leikarar soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri topp leikarar upp á okkara besta lið.
Vit ynskja Mikkjal tillukku við sáttmálanum og framhaldandi góða eydnu í KÍ.
Klaksvíkar Ítróttarfelag