B36 kvinnurnar kláraði slett ikki at fylgja við og KÍ sat á øllum. KÍ vann dystin 3-0, Hervør Olsen skoraði tvær ferðir og Rannvá Andreasen skoraði einaferð.
Norðlýsið skrivar at tað er sjálvmál og á Facebook bólkinum hjá kvinnum, skriva tær at Rannvá Andreasen skoraði, so vit vóna at kvinnurnar hava rætt.
Mikukvøldið verður annar av útsettu dystunum hjá KÍ kvinnunum, nær klokkan hann er, veit eg ikki, men hann er ímóti ÍF/Víkingini. Vinna tær tann dystin, so eru tær aftur oddalið í 1. deild, við málmuninum 77-7, EBS/Skála hevur málmunin 57-13. Koyrá KÍ
SáH