Tað gjørdist greitt, tá ið tað eydnaðist 26 ára gamla Helga Dam Ziska at vinna talvið á 1. borði móti altjóða meistara í dystinum móti Bolivia í tíggjunda og næstsíðsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð.
Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar; hinir eru John Rødgård og John Arni Nilssen.
At vit einaferð fóru at fáa ein stórmeistara í Føroyum hevur verið ein fjarur dreymur í huganum á føroyskum telvarum og hjá Talvsambandi Føroya, sum í nógv ár hevur roynt at búgva okkum út til munagóð framtøk. Tá ið Helgi Dam Ziska sum blaðungur, gávaður telvari steig upp á føroyska talvpallin, birtist vónin um, at her høvdu vit telvaran, sum einaferð fór at gera bart.
Og tað eydnaðist so í dag – 12. september – sum føroyingar minnast fyri annað ítróttaavrik fyri fleiri árum síðani.
Les meira HER
JáH (y) 13.09.2016
Kelda: Talvsamband Føroya