KÍ tóktist eitt sindur bangi fyri HB og spældi HB meira kontant spæl enn KÍ og í álopinum bjóðaði ongin seg fram og tóktist okkara álopsspælara ov tungir ídag, men tó var ikki tann heilt stóru munurin á liðnum báðum. KÍ spældi til tíðir góðan fótbólt, men tá ið endaliga floytan hjá Lars Muller ljóðaði, ja, so hevði HB vunnið dystin 2-0 og er nú eitt stig frammanfyri KÍ, nú trý umfør eru leikt. Nummar eitt liggur NSÍ við 9 stigum. Sjálvt um HB legði seg á odda nokkso tíðliga í dystinum (gott 16 min av fyrra hálvleiki), so megnaði KÍ at halda eitt megnar trýst á HB í seinna hálvleiki. Men eftir eitt hornaspark (75 min) so skoraði HB enn eitt mál ímóti KÍ og tað vísti seg, at KÍ mennirnar misti eitt sindur av vónuni um at vinna. Og HB gjørdi nógv fyri at verja um mál leiðsluna (2-0). Dómarin legði 5 min eyka til dystin, og sjálvt um KÍ gjørdi nógv fyri at skora mál - so megnaðu teir tað ikki. Dysturin endaði sostatt 2-0 til HB. Mál: Fróði Benjaminsen (1-0 til HB, 16 min.) Mál: Rógvi S. Holm (2-0 til HB, 75 min.) JáH (y) 30.03.2014 KÍ kvinnurnar hava fingið eina góðan byrjar uppá kappingarárið 2014. Tær vunnu fyrsta dystin í steypakappingini og í gjárskvøldið vunnu tær trygt 3-1 á AB, eftir at hava verið frammanfyri 1-0 í hálvleikinum. Tað var einki serligt fótbóltsveður at spæla ígjár og tað gjørdi at spæli var eitt sindur tilvildarligt, men KÍ var nógv betra liðið. Málini hjá KÍ skutu, Rannvá Andreassen 2 og Maria Thomsen 1. Næsti dystur verður ímóti ÍF/Víkingur á útivøllið og hann verður leiktir hóskvøldið 27. mars. SáH KÍ vann sín næsta dyst í ár og var tad málkongurin Páll Klettskard, sum skoradi fyrsta málid í Djúpumýru í ár. Tad var ikki ein uppinborin sigur, tí Víkingur var betra lidid sunnudagin, men ein stórspælandi Meinhard Joensen bjargadi KÍ ferd aftaná ferd og longur tad leid út í dystinum, meira og meira var KÍ vid og til endan eydnadist tad Hjalgrími at seta eitt gott innlegg inn frá vinstru sídu og Páll setti fótin á og bólturin reyk í málid 1-0 og hetta bleiv eisini endaliga úrslitid. Víkingur setti alt inn fyri at javnad, men tad eydnadist KÍ at halda tætt og KÍ hevur eftir tveimum umførum fult stigatal 6 stig. Næsti dysturin verdur á Gundadali sunnudagin og tá verdur væntandi hópin av KÍ fjepparnum. Koyrá KÍ. SáH Sær nógv ljósari út nú. Fyri tveimum tímum síðani sá eitt sindur ov hvít út, at tað kundi spælast á Djúpumýru ídag, men nú er veðrið nógv betur og sólin er komin fram, so væntandi verður spælt ídag. Strikurnar á vøllinum síggjast og tað er vátikavi, sum er komin niður. Hann lovar eisini frá góðum veðrið seinnapartin við sól og sum tað sær út nú, so ferð veðurforsøgnin at halda. Vit vóna tað besta. SáH Sjálv avtalan er óbroytt í mun til avtaluna í 2013. Bláa Bylgjan takkar Maverick fyri gott samstarv í fleiri ár við vón um framhaldandi gott samstarv. Auto Service er høvðusstuðul hjá Havnar Bóltfelag. Seinnapartin varð avtala millum risarnar báðar undirskrivað av Finnboga Arge formanni í HB og Pól Jákup Poulsen stjóra hjá Auto Service. Finnbogi Arge og Pól Jákup Poulsen fegnast um avtaluna: "Eins og hjá HB er dygd, kontinuitetur og langtíðar planlegging nøkur lyklaorð hjá Auto Service, og feløgini bæði síggja sum so eins uppá fleiri daglig viðurskifti." Pól Jákup Poulsen sigur, at Auto Service hevur stuðlað fleiri ítróttargreinum seinastu árini, og nú var tíðin so komin til fótbóltin. Finnbogi leggur afturat, at við avtaluni við Auto Service ið er eitt sera væl rikið felag við einum kvalitetsprofili ið hóskar seg sera væl til HB, kunnu vit nú hyggja frameftir og við spenningi taka móti avbjóðingunum sum tær koma. Samstundis sum vit her á síðuni fara at markera, at Auto Service er okkara høvðusstuðul, kemur tað eisini at síggjast hjá Auto Service, at teir stuðla mest vinnandi felagnum í føroyskum fótbólti. Avtalan fevnir um tvey ár, og í hesum tíðarskeiði verður serliga við heimadystir markerað, at feløgini samarbeiða. Vit her á síðuni fegnast eisini almikið um avtaluna. Tilber at lesa meira um Auto Service við at trýsta her. Myndirnar hevur Heðin Weihe tikið. Kelda: Havnar Bóltfelag Um vikuskiftið fer heimskendi málmansvenjarin Maarten Arts, at skipa fyri málmans-venjingarlegu í Klaksvík. Maarten Arts hevur arbeitt sum málmansvenjari í nógv ár í fremstu hollendsku deildini, umframt at hann hevur vant onnur lið og hevur skipað fyri skeiðum og venjingarlegur fyri málmenn um allan heimin. Hann hevur hægstu venjaraútbúgving (UEFA-A) og er útbúgvin ítróttarlærari. Hann er eisini kendur fyri at hava skriva fleiri bøkur og hevur útgivið fleiri DVD'ir um málmansvenjing. Í Klaksvík fer Maarten Arts, umframt at hava 6 venjingar á Djúpumýru, at hava tveir almennar fyrilestrar í deildini hjá Eik. Leygardagin klokkan 17 fer hann at tosa um hvat Pro Goal er fyri nakað og um hvussu hann velur at skipa sínar venjingar. Hann hevur nøkur eitt sindur ørvísi sjónarmið uppá plasering og annað í samband við málmannspælið, í mun til tað vit eru von við at síggja og hoyra um. Eisini tosar hann eitt sindur um hvussu málmannsvenjing kann leggjast til rættis í feløgunum, tá talan er um børn og vaksin. Hvat og hvussu venja vit í pre-season, ímeðan kappingin er í gongd og hvat venja vit í off-season. Fyrilesturin sunnudagin er um deyðbóltstøður, hvussu skipa vit okkum í deyðbóltstøðum og dystar analysa. Venjingardysturin sum verður ímillum KÍ og B68 leygardagin verður brúktur sum dømið. Skráin fyri vikuskifti er annars hendan: Fríggjadagur 7 Mars 11.00- 12.30 Venjing 13.00 - 14.00 Døgurði – á sjómannsskúlanum 15.00 - 16.30 Venjing 17.00 Døgurði Leygardagin 8 Mars 09.30 - 11.00 Venjing 11.30 - 12.00 Døgurði Klokkan 12.00 er venjingardystur KÍ-B68. Tankin er at luttakarnir síggja hendan dystin, taka notatir um teir hava hug til tað. Undir fyrilesturin sunnudagin um deyðbóltstøður og dystar analysu, fer Maarten at gjøgnumganga nakrar støður frá dystinum. 15.00 - 16.30 Venjing 16.30 - 17.00 Døgurði 17.00 - 18.30 Fyrilestur í Eik um Pro Goal – øll eru vælkomin. Sunnudagin 9 Mars 9.30 - 11.00 Venjing 11.30 - 12.00 Døgurði 15.00 - 16.30 Venjing 16.30 - 17.00 Døgurði 17.00 - 18.30 Fyrilestur í EIK um deyðbóltstøður og dystar analysu. Venjingardysturin leygardagin verður brúktur sum dømið. Øll eru vælkomin. Til fyrilestranar er gjørligt at keypa ymiskt tilhoyr til venjara og málmannsútgerð, serliga handskar. Kelda: www.ki.fo Við í bilinum sat sonurin hjá Heine Fernandez, Sebastian. Nú, eftir dómin, so angrar Heine at hann tók bilin - og sonin við sær - tá hann eftir ein vátan føðingardag bestemmaði seg til at koyra frá Fjón til Keypmannahavnar. - Tað gekk ikki so gott. Og eg hevði ongantíð verið fyrigivin av familjuni, um tað varð hent honum nakað. Tað er heilt ræðuligt, at eg tók tað valið at koyra. Heilt ófyrigeviligt, segði Heine Fernandez til Ekstra Blaðið. Heine hevði eina promillu uppá 2,57. Les meira HER JáH (y) 06/03-14 |
Greinar
January 2025
Categories |