Norðoya Portalurin vil takka Rannvu Sigfríðsdóttir fyri góðar myndir og ynskja okkara svimjarum tillukku við góða úrslinum í Íslandi.
Vit gleða okkum at fáa tykkum heim aftur í morgin, góðan túr heim.
SáH
Norðoya Portalurin
Nú Reykjavík International Games er liðugt á hesum sinnið blívu svimjarnir heiðraði fyri teirra svimjing og Signhild Joensen bleiv heiðra og fekk tann trið fremsta heiðurin. Norðoya Portalurin vil takka Rannvu Sigfríðsdóttir fyri góðar myndir og ynskja okkara svimjarum tillukku við góða úrslinum í Íslandi. Vit gleða okkum at fáa tykkum heim aftur í morgin, góðan túr heim. SáH Reykjavík International Games er liðugt og endaði Ægir við at vinna tvær bronsu. Jana Thomsen vann bronsu í 200 metra firvald og Signhild Joensen vann bronsu í 100 metur frí. RIG 2018 hevur verið stak gott fyri Ægir og tann heilt stóri svimjarin hesaferð varð Rebekka Trygvadóttir, sum vann heilið fimm gull heiðurstekin. Ægir kemur aftur til Føroyar í morgin, so nú er bara at hygga tykkum har uppi í Íslandi. SáH Rókur Trygvason svam ein sera góðan 200 metur bringa í Reykjavík International Games fyri løtu síðani. Hann førdi heilt til 150 metrar, men teir seinastu 50 metrarnar fór Magnus Carstensen frá Danmark framum og Rókur endaði á einum flottum øðrum plássið. Hetta er persónligt met hjá Róki í 200 metur bringa í langbana. Sera flott klára Rókur og tillukku við silvur heiðursmerkinum. SáH Signhild Joensen vann stórt í 200 metur rygg í Reykavík International Games við tíðini 2:18.16, heili sjey sekund frammanfyri nummar tvey, sum gjørdist Gudny Birna Sigurdardóttir. Tíðin var ikki hennara besta, men tað gerð einki, tí hon fekk eina flotta gullmedalju. Stórt tillukku Signhild Joensen. SáH Tað hevur gingið serliga gott hjá Ægir í Reykavík International Games higartil. Rebekka Trygvadóttir hevur verið tann heilt stóri svimjarin, har hon hevur vunnið heili fýra gull. Nú klokkan fýra vera so finalurnar hjá teimum eldru og tær kunnu síggjast beinleiðis í sjónvarprásini RÚV. Sjá niðanfyri skránna fyri svimjikappingina seinnapartin, men fyri at síggja, hvør svimjari hevur svomið seg í finalurin, klikk her "Reykavík International Games" og trýst so á Starlist, so síggja tit hvørjir svimjarar hava megna at svomi seg í A-Finalurnar og B-Finalurnar. Góða eydnu Ægir. SáH Tað sær soleiðis út, at tað bara er Rebekka Trygvadóttir sum vinnur gull fyri føroyingar í Reykavík International Games 2018, men soleiðis er tað ikki. Kappingin er soleiðis skipa, at tey sum eru yngru enn 14 ár, svimja finalurnar beinanvegin, ímeðan tey eldru skulu svimja seg í A-B finalurnar um morgunum og so eru finalurin seinnapartin. Finalurnar byrjað ídag kl. 16.00 og har eru hópin av svimjarnum frá Ægir við og tit kunnu væntandi hyggja beinleiðis eftir finalunum á RÚV. Rebekka Trygvadóttir vann eisini sikkurt 200 metur bringu, har hon kom inn við tíðini 2:57.17, nummar tvey gjørdis Eva Margret Falsdóttir frá IRB við tíðini 3:00.69 og nummar trý gjørdist Ragnheidur Karen Olafsdóttir frá IA, við tíðini 3:01.28. Hetta er fjórða gullheiðurstekini sum Rebekka Trygvadóttir vinnur í Íslanda og tað er fantastiska flott. Eisini hevur hon svomið seg í fleiri A-finalur í kvøld. Rebekka Trygvadóttir er bert 14 ára gomul, so hon kann koma heilt langt innan svimjing. Stórt tillukku Rebekka. SáH Fyri løtu síðani vann Rebekka sítt triðja gullmerkið í Reykjavík International Games og hesaferð varð tað í 200 metur blandað. Rebekka kom inn við tíðini 2:36.41og nummar tvey gjørdist Helene Torsvík Lorentz frá Bergen Svømme Club og tíðin hjá henni var 2:41.81. Nummar trý gjørdist Herdis Viggosdóttir frá KR og tíðin hjá henni var 2:45.71. Sjá úrslitið listan herundir. Koyr á Rebekka og Ægir. SáH |
Greinar
December 2024
Categories |