FSF hevur longu góðtikið vøllin, og í løtuni kannar ein kanningarstova, vegna UEFA, vøllin, soleiðis at vøllurin eisini verður góðkendur til altjóða dystir. Tær kanningar, sum longu eru gjørdar, síggja gott út, og tí er alt sum bendir á, at vøllurin á Djúpumýru fær sokallaðu UEFA Pro góðkenning.
Besta mansliðið hjá KÍ hevur vant nakrar ferðir á nýggja vøllinum, og í kvøld hevur KÍ ein týðandi dyst ímóti B36.
Klaksvíkar kommuna ynskir KÍ góða eydnu við dystinum.
Klaksvíkar Kommuna