Tíðirnar vóru hesar:
Nr. 1 Páll Fangi 04.38.09
Nr. 2 Tvørabáturin 04.38.19
Nr. 3 Smyril 04.41.12
Her sigurðsmyndirnar og tær siga alt.
Norðoya Portalurin ynskir Páll Fanga hjartaliga tillukku við sigrinum á Ólavsøku.
SáH
Norðoya Portalurin
Man hevði hoyrt ígjøgnum alla seinastu viku, at á Ólavsøku vinna vit og tað gjørdi Páll Fangi sanniliga eisini. Við einum øgiligum endaspurti vunnu teir akkurát við 0.10 sekundum á Tvørábátinum. Fantastiska flott klára og frøðin tóktist ongan enda at taka. Tíðirnar vóru hesar: Nr. 1 Páll Fangi 04.38.09 Nr. 2 Tvørabáturin 04.38.19 Nr. 3 Smyril 04.41.12 Her sigurðsmyndirnar og tær siga alt. Norðoya Portalurin ynskir Páll Fanga hjartaliga tillukku við sigrinum á Ólavsøku. SáH Ja, tað var sum at vera til svimjikapping, tá ið man sá gysaran ímillum Klaksvíking og Drekan Reyða á Ólavsøku og tað gjørdist eisini sera sera tætt og sjálvandi við rættað vinnarnum. Bert 0.05 sekund á muni, júst sum vit plaga at síggja til svimjikappingar, men hetta var also kappróður. Tað vóru tveir langir minuttir, áðrenn tað ljóðaði í hátalarnum, at "Vinnarin av 10 mansfararóðrinum ídag gjørdist Klaksvíkingurin" og alt bleiv á gosið á kajuni. Fantastisk følilsi og blóðtrýstið hjá mær var í topp :) men skít við tí, vit vunnu. Nr. 1 Klaksvíkingur 04.13.06 Nr. 2 Drekin Reyði 04.13.11 Nr. 3 Havnabáturin 04.20.16 Norðoya Portalurin ynskir Klaksvíking hjartaliga tillukku við Føroyameistaraskapinum. SáH Ein gysari av teimum heilt stóru í 10 mannafarsróðrinum á Ólavsøku og við Klaksvíkinginum sum vinnara. Klikk á myndina ella klikk her: "Video. Ólavsøku 10 mf róðurin" Kelda: KVF SáH Sovorið eigur ikki at lata seg gera, at vera frammanfyri 4-1 og so sløsa alt burtur ímóti ringasta liðnum í EFFO deildini. Ein dystir er 90 min. og sum oftast 93 min. og so er at stríðast allar 93 minuttirnar. Tit spæla super fótbólt í fyrra hálvleiki, har álopini skola yvir EB Streyma málið, raka stongina og ofta sentimetrar frá at skora, spæla gott saman og stríðast sum úlvar eftir hvørjum bólti og fáa eisini skorað heili 4 mál og høvdu tit hepni við tykkum, so kundi tit lættliga skorað 8 mál, men so dettur alt sundir í seinna hálvleiki og vit síggja eitt 2. deildarlið spæla á vøllinum. Útskiftingarnar skeivar Tvær tápuligar útskiftingar vera gjørdir tíðliga í seinna hálvleiki, har bæði Hjalgrím og Ivan vera skiftir út og tað førdi við sær, at vit mistu miðjuna og alt spæli datt sundir hjá KÍ. Teir báðir spældi ein super dyst, so eg forstandi slett ikki, at teir blivu skiftir út, kanska venjarnir kundi forklára okkum tað? Innstilingurin skeivur Spælarnir mugu eisini tola mótgang og bakka hvønn annan upp. Innstillingurin var heilt skeivur í seinna hálvleiki, spælarnir tímdi ikki at spæla saman, teir gjørdi seg ikki fríðan og sera seina verjan hjá EB Streymi, kundi bara standa still og so taka bóltarnar frá KÍ leikarnum. Har var einki at síggja til tað flótandi spælið, sum teir spældi í fyrra hálvleiki og so var verjan hjá KÍ alt ov ótrygg. Hetta førdi eisini til, at EB Streymur takkaði fyri og skoraði 2 mál og KÍ fekk einki mál og tískil fingu vit hetta katastofa úrslitið 4-4, tit liggja, har tit sjálvir hava reitt, tíðanverri. Nú eru tveir sera truplir dystir fyri framman, Víkingurin úti og HB heima á Summarfestivalinum. Lat okkum vóna tað besta, Koyrá KÍ SáH Ægir, sum bleiv 40 ár fyrst í árinum, hevur ígjár fingið sín fyrsta útlendska venjara nakrantíð. Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo kom við Atlantic Airways ígjár og longu í gjárskvøldið var hann og vandi Alva Hjelm í Klaksvíkar Svimjihøll. Sjálvt um summarferian er uppá sítt hægsta, so vóru tað fleiri svimjarar, sum møtti upp til venjingina íkvøld og Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo, vanliga nevndur Jaime, er sera væl nøgdir við umstøðurnar. Formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum er eisini væl nøgdir við venjaran, men tað er ov stutt tíð liðin, at siga hvussu góðir hann er, men spennandi verður tað, at fáa ein útlendskan venjarar fyri fyrstu ferð til felagið og er málsetningurin hjá Ægir er, at vit skulu liggja heilt har frammi í føroyski svimjing. Hetta skrivaði www.svimjing.com um venjarna tann 8. juli: Meksikanskur doktari skal venja Ægir Ægir hevur gjørt avtalu við Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo, doktari í ítrótti við sergrein í svimjing, at verða høvuðsvenjari hjá svimjifelagnum í Klaksvík. Hann byrjar nú miðskeiðis í juli mánaða, til at hjálpa Alva Hjelm við síðstu fyrireikingunum upp undir HM í Kazan, og kemur so annars at yvirtaka venjingina fyri Petur Heðin á Fløtti, sum fór frá sum høvuðsvenjari nú aftaná Oyggjaleikir á Jersey. Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo - ella Jaime, kallaður - er doktari í ítrótti sum í sínari ritgerð skrivaði um periodisering í svimjing. Periodisering er hátturin sum venjingin verður doserað yvir árið, har klassisk svimjivenjing byrjar við grundvenjing við fokus á úthaldni og grundleggjandi styrki, fyri síðani at skifta til meira intensa venjing, og tað sum svimjararnir nú einaferð skulu gera á týdningarmestu kappingum. Jaime samanbar í doktararitgerð síni frá 2011 hesa klassisku periodisering við eitt hugtak kallað 'reverse periodization' (øvuta periodisering), har man í ein ávisan mun viðvendir nær tað ymiska skal gerast. Sum eg skilji tað, so leggur venjingin út við at vera ikki so drúgv men líka intens sum tað sum skal klárast í kapping, fyri síðani at gerast drúgvari so hvørt sum svimjarin klárar at halda støðið. Út yvir sítt virki á lærdum háskúlum í Meksiko, Kuba, Týsklandi, Fraklandi og Spania, so hevur Jaime eisini virkað sum svimjivenjari síðani 1999, har hann millum annað hevur vant olympiskar svimjarar hjá Meksiko, Spania, Egyptalandi og Týsklandi. Hann hevur altjóða viðurkend svimjivenjaraprógv úr Meksiko, Spania, Týsklandi og USA (ASCA 5), og hevur eisini vant triatletar. Hetta er sostatt nakað av eini kanón sum Ægir fær til Klaksvíkar, og sum vit í føroysku svimjingini fáa afturat okkara venjaratoymi. Handan øvuta periodiseringin er áhugaverd, um enn onkur av 'okkum gomlu' loyva okkum at vera eitt sindur skeptisk :-) Jaime var á vitjan í Føroyum í mai mánaða, og sá tá millum annað FM í svimjing. Tað var har at omanfyri standandi mynd varð tikin. Niðanfyri fleiri myndir av Jaime og aðrar myndir. Kelda: www.svimjing.com SáH Sára 2:07.54, NMU gull og føroyskt met í 200 frí Sára Ryggshamar Nysted megnaði enn einaferð at vinna gull á norðurlendsku meistarastevnuni í svimjing, tá ið hon løtu aftaná at hava vunnið gull og sett føroyskt met í 400 metra blandað, gjørdi tað aftur í 200 metra frísvimjing. 2:07.54 og gull til Sáru, Suðuroyar Svimjifelag og Føroyar, frammanfyri donsku Amalie Søby Mortensen á 2:07.65 og Louise Back Andersen á 2:09.49, við eini tíð sum er nýtt føroyskt met og juniormet. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard varð akkurát ov stutt til heiðursmerki, við 2:10.19 og einum fjórðaplássi Systrarnar Cecilia og Victoria Wigant Eysturdal áttu ávikavíst føroyska metið og føroyska juniormetið á teininum, Cecilia við 2:08.02 frá Reykjavík International í januar mánaða, og Victoria við 2:09.63 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012. Besta tíð hjá Sáru áðrenn hetta var 2:11.47 frá Danish Open í mars mánaða, og besta tíð hjá Vár 2:14.63 frá NMU í fjør. Kelda og mynd: www.svimjing.com SáH Klaksvíkingur fekk eina heldur slaka byrjan á Sandavági, men so fór hann ímillum Havnabátin og Drekan Reyða og tað sæst tíðuliga, at hendan róðurin skuldi teir vinna. Teir øktu bara um ferðina og hinar bátarnir kundi als ikki fylgja við og tá ið teir komu á málið, vóru teir heilar tvær bátslongdir frammanfyri Drekan Reya. Tíðirnar vóru hesar, Klaksvíkingur 04.28.09, Drekin Reyði 04.32.09 og Havnabáturin 04:38:04. Komnir norður til Klaksvíkar var stór móttøka í neystinum, har hópin av fólki var møtt upp. Hetta gjørdist ein góð Vestanstevan fyri Klaksvíkar Róðrafelag. Klaksvíkingur nr. 1, Tekla nr. 2, Fípan nr. 2 og Páll Fangi 2. Sera flott. Nú er bert ein róður eftir og vinnur Klaksvíkingur á Drekanum Reyða á Ólavsøku, Ja, so gerast teir Føroyameistarar. Vit vóna tað besta og stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum. SáH Heimsmeistaraskapið verður í Glasgow í døgunum frá tann 13. til 19 juli. Krista Mørkøre úr Klaksvík ferð at luttaka fyri Føroyar og ferð hon longu avstað ídag. Hon hevur vant sera nógv til kappingina, einar seks ferðir um vikuna og skal hon luttaka í fimm kappingum. Hon væntar ikki at fáa nøkur heiðursmerkir, men vit vóna tað besta. Hetta er ein liður i at koma til aðrar stórar kappingar, eitt nú OL í Brasil. Kappingin í Glasgow er sera stór, har eru 80 lond sum luttaka við heili 600 svimjarnum. Hetta skrivaði pápin hjá Kristi Mørkøre fyri 6 tímum síðani á Facebook síðu síni: "So gjørdist ein dreymur til verðuleika fyri Kristu. Hon er sloppin við til HM, sum er hennara stórsta kapping higartil :) Góða eydnu góða". Her kanst tú hoyra samrøðuna hon hevði við Kringvarpi ígjár. Klikk her: Krista Mørkøre til HM í svimjing Fantastiska flott klára og ynskja vit á Norðoya Portalinum Kristi Mørkøre og venjarnum Torkil Mørkøre góða eydnu. Kelda: KVF og Torkil Myndina hevur Torkil Mørkøre tikið. SáH Ímorgun var altjóða svimjikapping í Klaksvík, fyri fólki við breki, við luttøku frá Danmark, Island, Finland, Norra og Føroyum. Kappast var í 12 kappingum og Føroyar høvdu tríggjar luttakarar við til kappingina, Ey, Solveig og Signa Vár. Norðoya Portalurin var og tók nakrar myndir av teimum í Svimjihøllini í Klaksvík ímorgun og har bleiv stríðst fyri hvørja gullmedalju. Stuttligt at síggja, hvussu væl tey svomu, sjálvt um tey bóru brek. SáH Á varmakeldu var lagt upp til ein harðan kappróður ímillum 10-mannaførini Klaksvíking og Drekan Reyða. Klaksvíkingur hevði gjørt tríggjar broytingar og har bleiv lagt nógv fyri. Róðurin gjørdist sera spennandi, har bátarnir Klaksvíkingur, Havnabáturin og Drekin Reyði skiftist um at liggja fremst, men tá ið tað nærkaðist málinum, tá var Klaksvíkingur frammanfyri teir báðar Havnabátarnar og við einum góðum endaspurtið eydnaðist tað Klaksvíkingum at vinna. Sera flott klára og nú liggja teir bara 2 stig aftanfyri Drekan Reyða og vinna teir báðar teir seinastu róðrarnar, so gerast teir meistara. Fípan Fagra gjørdist nummar tvey og tað var ein flottur róður frá teimum. Páll Fangi endaði á einum fjórða plássið og har gjørdist enn einaferð Tvørábáturin nummar eitt. Í Klaksvík var stór móttøka í Kappróðraneystinum og eisini bleiv koyrt runt býin við fløggum. Norðoya Portalurin fekk eina liðmynd av manningini hjá Klaksvíkingi, men har manglaði tríggir. Frøin var stór, sum tit síggja á myndunum og sum siður er, bleiv bjóða suppa, kaffi og køkur. SáH |
Greinar
July 2024
Categories |