Klaksvíkingur hevði gjørt tríggjar broytingar og har bleiv lagt nógv fyri.
Róðurin gjørdist sera spennandi, har bátarnir Klaksvíkingur, Havnabáturin og Drekin Reyði skiftist um at liggja fremst, men tá ið tað nærkaðist málinum, tá var Klaksvíkingur frammanfyri teir báðar Havnabátarnar og við einum góðum endaspurtið eydnaðist tað Klaksvíkingum at vinna.
Sera flott klára og nú liggja teir bara 2 stig aftanfyri Drekan Reyða og vinna teir báðar teir seinastu róðrarnar, so gerast teir meistara.
Fípan Fagra gjørdist nummar tvey og tað var ein flottur róður frá teimum.
Páll Fangi endaði á einum fjórða plássið og har gjørdist enn einaferð Tvørábáturin nummar eitt.
Í Klaksvík var stór móttøka í Kappróðraneystinum og eisini bleiv koyrt runt býin við fløggum. Norðoya Portalurin fekk eina liðmynd av manningini hjá Klaksvíkingi, men har manglaði tríggir. Frøin var stór, sum tit síggja á myndunum og sum siður er, bleiv bjóða suppa, kaffi og køkur.
SáH