
SáH 28.04.13
Norðoya Portalurin
![]() 1. deildar liðið hjá kvinnum spælir ídag kl. 12.30 og hesaferð eitur mótstøðuliðið NSÍ/B68. Fyrr í vikuni var stórdystir á Djúpumýru, har KÍ kvinnurnar slerdi arvafíggindan HB út úr steypakappingini. KÍ liðið var eitt sindur skert, men tó eydnaðist tað teimum, at spæla seg víðari. Málini fyri KÍ skutu Sofia Purkhús og liðskiparin Malena Josephsen. Hygg niðanfyri eftir myndum frá dystinum. SáH 28.04.13 ![]() Enn einaferð sløsaði KÍ stigini burtur. Í Fuglafirði vóru tað tvey stig og ígjár vóru tað trý týdningarmikil stig. Tað vóru tvey uppsett lið, sum fóru á vøllin í Djúpumýrið, bæði liðini løgdi seg eftir álopsfótbólti og ofta var nær við, at okkurt liðið fekk mál. Hópin av fólki hevði leita sær til vøllin og dúgliga bleiv rópt á liðini. Ein kann so vera glaður ígjár og tað er kassameistarin hjá KÍ, hinir klaksvíkingarnir fóru allir skuffandi til hús, eftir at vit vóru frammanfyri 2-0, 3-2 og dysturin endaði 3-4 til HB. Fyrsta málið var, tá ið umleið eitt korter var spælt. Bólturin kemur innfyri frá høgru og endar bólturin fyri føturnar á Hjalgrími Elttør og hann heilfluktar bóltin í málið, uttan møguleika hjá Teiti Gestsson at bjarga, sera flott mál. Góðar seks min. seinni var bólturin aftur í málinum hjá HB og hetta var eitt sjálvmál. Nú tonkti eg beinanvegin uppá dystin í Fuglafirði, bara KÍ ikki sløsar alt burtur enn einaferð og rætt hevði eg, tað gekk ikki long tíð, so hevði HB javnað, har teir fingu mál í 38. min. og beint fyri hálvleiki bleiv skorað til 2-2. Heðin á Lakjuni var nær við at leggja KÍ á odda, við einum perlu frísparki í fyrra hálvleiki, men bólturin endaði á stongini. Nakað inn í seinna hálvleiki bleiv KÍ snýtt fyri eitt klokkureint brotsspark, men linjuverjin, sum ikki var sína uppgávu vaksin, tordi ikki at døma brotsspark, men nú kunnu fólk døma sjálvi, har sjónbandatøkur eru komnar á netið, men í 68. min. bjardagi aftur hjá KÍ, Ivan Joensen fekk smekka bóltin í kassan til 3-2 og KÍ var aftur á sigurskós, men, men......restina vita tit sjálvi. Koyrá KÍ vit koma sterk aftur. SáH 26.04.13 |
Greinar
February 2025
Categories |