Hópin av fólki hevði leita sær til vøllin og dúgliga bleiv rópt á liðini. Ein kann so vera glaður ígjár og tað er kassameistarin hjá KÍ, hinir klaksvíkingarnir fóru allir skuffandi til hús, eftir at vit vóru frammanfyri 2-0, 3-2 og dysturin endaði 3-4 til HB.
Fyrsta málið var, tá ið umleið eitt korter var spælt. Bólturin kemur innfyri frá høgru og endar bólturin fyri føturnar á Hjalgrími Elttør og hann heilfluktar bóltin í málið, uttan møguleika hjá Teiti Gestsson at bjarga, sera flott mál. Góðar seks min. seinni var bólturin aftur í málinum hjá HB og hetta var eitt sjálvmál.
Nú tonkti eg beinanvegin uppá dystin í Fuglafirði, bara KÍ ikki sløsar alt burtur enn einaferð og rætt hevði eg, tað gekk ikki long tíð, so hevði HB javnað, har teir fingu mál í 38. min. og beint fyri hálvleiki bleiv skorað til 2-2.
Heðin á Lakjuni var nær við at leggja KÍ á odda, við einum perlu frísparki í fyrra hálvleiki, men bólturin endaði á stongini. Nakað inn í seinna hálvleiki bleiv KÍ snýtt fyri eitt klokkureint brotsspark, men linjuverjin, sum ikki var sína uppgávu vaksin, tordi ikki at døma brotsspark, men nú kunnu fólk døma sjálvi, har sjónbandatøkur eru komnar á netið, men í 68. min. bjardagi aftur hjá KÍ, Ivan Joensen fekk smekka bóltin í kassan til 3-2 og KÍ var aftur á sigurskós, men, men......restina vita tit sjálvi. Koyrá KÍ vit koma sterk aftur.
SáH 26.04.13