Bílegg kortið á [email protected], ring tlf. 281904 ella við at leggja eini boð her á facebook, klikk hetta link:
Klaksvíkar Ítróttarfelag
Umframt at tú stuðlar KÍ við at keypa, sparir tú 13.5 % við at keypa árskort.
Prísurin er kr. 900,-
Norðoya Portalurin
Landskappingin 2015 í Effo-deildin fer í gongd 1. mars, og tí er at skunda sær at keypa árskort til allar heimadystirnar hjá KÍ Bílegg kortið á [email protected], ring tlf. 281904 ella við at leggja eini boð her á facebook, klikk hetta link: Klaksvíkar Ítróttarfelag Umframt at tú stuðlar KÍ við at keypa, sparir tú 13.5 % við at keypa árskort. Prísurin er kr. 900,- Nógv fólk vóru møtt niðanfyri Sjúkrahúsið til árligu Torrarenningina, leygardagin kl. 14.00. Tað var bítandi kált og hált, men lagi var gott á rennarnum. Tey hitaðu upp áðrenn og har høvdu øll hug til at fáa myndamannin hjá Norðoya Portalinum við at renna, men har er til at siga, at eg havi Gerðabein og tey eru ikki til renning :) Teinurin var 4,1 km. Talan var um heilsurenning. Øll vóru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga og har vóru fólk í øllum aldri. Rutan var úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fossagøtu, har snarað var oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum - út til Sjúkrahúsið, har málið var. Øll vóru sera hugagóð og eftir renningina fóru teyr flestu til Heilsucafé, sum var á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. SáH Ægir er flúgvandi, sum tit síggja á myndini til vinstru. Gongur gott hjá okkara svimjarnum og nú hava vit fingið Dan Hjelm til Evropeisku leikirnar í Baku sum svimjidómara og tað er sera stórt. Hetta skrivar SSF: Svimjisambandið hevur í dag fingið váttan frá evropeiska svimjisambandinum LEN, at Dan Hjelm er á listanum yvir svimjidómarar á Evropeisku Leikum 2015, sum verða í Baku í Azerbaijan í summar. Og Dan hevur eisini sjálvur fingið heilsan úr Baku, har fyriskipararnir ynskja honum tillukku við heiðrinum. Hetta er rættiliga stórt fyri føroyska svimjing, at ein av okkara dómarum soleiðis sleppur framat á hesum fyrsta evropeiska OL, og tað enntá undir føroyskum flaggi. Dan Hjelm hevur fyrr roynt seg í evropeiskum høpi, tá ið hann og Elin Matras í desember 2013 umboðaðu Føroyar sum svimjidómarar á evropameistarastevnuni á stuttgeil. Afturat teimum hava vit Jon Hestoy sum er vanur at døma á altjóða open water stevnum, umframt sum limur í teknisku nevndum LEN og FINA at hava aðrar uppgávur innan fyrisiting av open water stevnum. Jon var nú seinast trygdarumboð hjá FINA, á open water stevnu í Argentina herfyri. Kelda: Svimjisamband Føroya SáH Finalan í Klaksvíkskappingin bleiv leikt íkvøld og var finalan ímillum KÍ - HB og endiliga eydnaðist tað KÍ at vinna eitt steyp aftur. Dysturin var undirhaldandi og ferðin var nógv. KÍ legði seg á odda í fyrra hálvleiki, eftir eitt brotsspark, sum Henry Heinensen sera trygt settið í netið. Í seinna hálvleiki økti Jonas F. Rasmussen eftir horna, HB fekk síðani mál, men nýggju áleyparin hjá KÍ, Kenan Hajdarevic slóð sigurin fastan fyri KÍ og eftir 9 árum, kundi liðskiparin Jónas F. Rasmussen taka ímóti steypinum frá borgmeistarnum Jógvani Skorðheim og heva tað uppí loft og KÍ kann nú aftur kallað seg meistarar í Klaksvíkskappingini. Tillukku KÍ og nú bíða vit øll spent til landskappingin byrjar tann 1. mars. Tað var ringt at taka myndir íkvøld, tað var sera myrkt og nógv regn, men her nakrar myndir herundir: SáH Nú veit eg ikki um Aleksandar Djordjevic, venjarin hjá A-kvinnulandsliðnum, er fornermaður við KÍ, men tað er stór skomm, at steypavinnarnir og FM-vinnarnir fyri 2014, bert fingu ein spælara við á A-landsliðið hjá kvinnum, nú tað er úttikið. Haldi hatta er so langt úti og skommina eigur FSF, at hetta átti at fingið fylgjur fyri báðir venjarnar á A-landsliðnum og átti teir báðir, at verið blakaðir til hús beinanvegin. Reint út sagt eitt fornermilsi fyri okkara mætu kvinnur, sum eisini hava sett verðinsrekord seinasta ár. Hetta stendur á heimasíðuni hjá FSF og hetta er ikki ein aprílsøga: Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic hava úttikið hópin til venjingardystirnar í Íslandi 20. og 22. februar Sum fyrireiking til undan undankappingina hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum verður á Malta frá 4. til 9. apríl, fara føroysku kvinnurnar til Ísland seinni í hesi vikuni, har tveir venjingardystir ímóti íslendska U19-landsliðnum eru á skránni. Fyrri dysturin verður spældur í Reykjaneshøllini fríggjadagin 20. februar klokkan 16:00, meðan seinni venjingardysturin verður í Kórinnhøllini sunnudagin 22. februar klokkan 13:00. Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar: Bjarta Johansen, B36. Rakul V. Magnussen, Sigrun K. Kristiansen, Durita Hummeland, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal, Margunn Lindholm og Íðunn Magnussen, EBStreymur/Skála. Lív Arge, Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal og Jónvá Hentze, HB. Kára Jarnskor, Sigrid Petersen og Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur. Monika Biskopstø, KÍ. Oddrún Danielsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (Danmark). Til undan undankappingina á Malta skulu føroysku kvinnurnar spæla ímóti Andorra, Georgia og Malta. Vinnarin av kappingini spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingina, sum byrjar í heyst. Kelda: FSF SáH Ein kvinna, sum stendur KÍ nær, er komin við hesari viðmerkingini til greinina í NP herundir. Símun, tá íð tað eru vinardysrir og Kl. Kapping eru so nógvir leikarar, at vit hava brúk fyri nógvun blusum, tí brúka vit ikki JFK, tí vit eiga ikki 25 av teimun, so fyri at allir skullu vera líka, nýta vit hasar blusurnar til vinardystir, hinar blusurnar fyri 2015 vera tiknar í brúk til fyrsta landskappingardystin 01-03 2015 á Tvøroyri ímóti TB. Takk fyri rættingina, haldi eisini at JFK blusurnar vóru nógv vakrari :) Haldi tit ikki eisini tað? SáH |
Greinar
July 2024
Categories |