Dysturin var undirhaldandi og ferðin var nógv. KÍ legði seg á odda í fyrra hálvleiki, eftir eitt brotsspark, sum Henry Heinensen sera trygt settið í netið.
Í seinna hálvleiki økti Jonas F. Rasmussen eftir horna, HB fekk síðani mál, men nýggju áleyparin hjá KÍ, Kenan Hajdarevic slóð sigurin fastan fyri KÍ og eftir 9 árum, kundi liðskiparin Jónas F. Rasmussen taka ímóti steypinum frá borgmeistarnum Jógvani Skorðheim og heva tað uppí loft og KÍ kann nú aftur kallað seg meistarar í Klaksvíkskappingini.
Tillukku KÍ og nú bíða vit øll spent til landskappingin byrjar tann 1. mars.
Tað var ringt at taka myndir íkvøld, tað var sera myrkt og nógv regn, men her nakrar myndir herundir:
SáH