
Vinna teir á Ólavsøku, so verður tað eitt satt bragd, tí teir hava ikki vant tað heilt stóra og teir skulu rógva ímóti Drekanum Reyða, sum hava vant við fullum seglum síðani einaferð í januar.
Her nakrar myndir frá venjingini ídag. Norðoya Portalurin ynskir tykkum góða eydnu á Ólavsøku og vinna tit, so vera tit bodnir til Maverick Barr, har tit allir samlir skulu fáa ein stóran sjúss og eina góða øl frá Føroya Bjór sjálvandi. Koyri á og vit øll í Norðoyggjum vóna innarliga at tit vinna.
SáH