Karl Martin Samuelsen sang tveir sangir og kom hann stak væl frá sínari framførðslu. Røðan hjá honum var rørandi og onkur av áhoyrarnum táraði.
Formaðurin í Krabbamansfelagnum takkaði fyri stuðulin og forkláraði um, hvussu Rynkeby-París túrurin var blivin til.
Virkandi borgmeistarn Steinbjørn Jacobsen helt eina góða røðu og takkaði hann Team Rynkeby, at teir valdi Klaksvík sum byrjunarstað. Steinbjørn fekk eisini heiðurin at floyta liðið avstað til París.
Til endast segði læknin Elmar Ósa nøkur orð og forkláraði hann um týdningin at stuðla og um granskingini. Hann segði at málið er, at fáa 5 børn staðfest krabbamein, so skuldi helst 5 børn blivu fríðsk í framtíðini.
SáH