
Varaborgmeistarin fekk síðani orðið og rósti hann Torkil fyri hansara lut, at fáa høllini latna upp til tíðina. Hann kom inná pápan hjá Torkil, sum hevði verið nakað stoltir ímorgun, tí tað var jú hann, sum var fyrsti fyristøðumaðurin í Klaksvíkar Svimjihøll í 1974, men tíðanverri doyði hann alt ov tíðliga, bert 44 ára gamalur.
Forkvinnan í mentunarnevndini í Klaksvíkar Kommunu fekk síðani orðið og segði hon eisini nøkur rósandi orð.
Formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum fekk orðið, har hann forkláraði, at nú fór Ægir at royna at koma ovast á tindarnar aftur og handaði hann svimjihøllini ein máling, sum Livar Nysted hevði málað og var tað av einum svimjara, sum var á veg upp at fáa luft. Dann Hjelm segði eisini nøkur orð frá Ægir og til endast fekk Torkil Mørkøre orðið aftur og takkaði fyri góðu uppmøtingina og síðani bleiv snórurin kliptir av varaborgmeistarin Steinbjørn Jacobsen og Svimjihøllin bleiv opin aftur.
SáH