Tað merkir, at allir gjaldandi limir hjá Bláu Bylgjuni fáa góð tilboð ein tíma áðrenn dyst og fram til ein tíma eftir dyst.
Sjálvt um tað er Korona og Maverick Barr hevur mist 200.000,00 kr. til 300.000,00 kr. í umsetningin vegna Korona, so er okkara bláa hjarta so stórt, at vit sjálvandi stuðla Bláu Bylgju og vóna sjálvandi at Bláa Bylgjan eisini stuðlar Maverick Barr í hesari sera torføru støðu vit júst eru í nú sigur Símun á Høvdanum.
Maverick letur upp kl. 13.00 í dag, tá fara vit at hita upp til dystin Víkingur - KÍ, sum byrjar klokkan 15:00 og tá verður møguleikin, um tú ert gjaldandi limur, at fáa góð tilboð frá Maverick Barr og skal limakortið vísast fram fyri at fáa tey góðu tilboðini. Tað ber til at tekna seg sum lim í Bláu Bylgju hjá formanninum Jaspur Jakobsen.
Lat okkum øll standa saman og heppa KÍ til Føroyameistara og Steypavinnarar enn einaferð, okkara partur í Maverick Barr og Grilluni hjá Símun skal ikki liggja eftir.
Koyr á KÍ!!!!