
SáH
Norðoya Portalurin
![]() Norðoya Portalurin var ov skjótir. Tíðirnar blivu rættaðar, so Signhild Joensen og Barbara Debes blivu nummar tvey og trý øv. øv...., men hjartaliga tillukku til Vár Erlingsdóttir Eidesgaard. SáH ![]() Tað gekk avbera gott hjá Signhild Joensen og Barbara Debes í 50 metur frí. Tær gjørdist nevnliga nummar eitt og tvey, stóru favoritturin Vár Erlingsdóttir Eidesgaard gjørdist nummar trý, so ikki kann sigast annað, at tað hevur gingist sera væl í Páls høll hjá Ægir. Tíðirnar vóru hesar, Signhild Joensen nr. 1, við tíðini 28.04, Barbara Debes nummar tvey við tíðini 28.12 og nummar trý Vár Erlingsdóttir Eidesgaard við tíðini 28.15. Tað má vera langt síðani, at Ægir er blivin nummar eitt og tvey í 50 metur frí, men tað eydnaðist so í morgun. Stórt tillukku Ægir. SáH Signhild Joensen vann stórt í 100 metur rygg og Barbara Debes vann bronsu og persónligt met24/2/2018 ![]() Signhild gjørdist klárt nummar eitt í 100 metur rygg. Hon kom inn við tíðini 1:04.11, heili 6. sekund frammanfyri nummar tvey og tað var 0.73 frá sínum føroyska metið, so tað sær lovandi út til 200 metur rygg, sum verður svomið seinni ídag. Barbara Debes bleiv nummar trý og hon settið persónligt met. Gamla tíðin hjá henni var 1:12.93 og tíðin í morgun var 1:11.51. Super flott og spennandi at vita, um tíðirnar vera eins góðar seinnapartin. SáH ![]() Fyrsta gullið er longu komi til Ægir í stóru svimjikappingini í Vági. Rebekka Trygvadóttir vann stórt í 100 metur bringu og settið stórt persónligt met. Gamla tíðin hjá henni var 1:21.79 og tíðin í morgun var heili 3. sekund betri, 1:18.67. Nummar tvey gjørdist Beinta Poulsdóttir Debes úr Havnar Svimjifelag, við tíðini 1:19.22 og nummar trý gjørdist Sólva A. Sigurðsson við tíðini1:21.38 og tað er eisini persónligt met, gamla tíðin hjá Sólvu var 1:22.81. Super flott Ægir, gull og bronsu og tvey persónlig met. SáH ![]() Her kunnu tit fylgja við í stóru kappingini suðuri í Vági ídag og ímorgin, Klikk her "Live Suðuroyar Sparikassa stevna 2018" SáH ![]() Í dag verður stór svimjikapping í Vági. Her eru startlistarnar fyri leygardagin og sunnudagin 24. - 25. februar, klikk her "Suðuroyar Sparikassa stevna 2018" Koyr á Ægir. Leygarmorgun 24 feb. kl 09.30 1. 400m frí kvinnur 2. 400m frí menn 3. 100m bringa kvinnur 4. 100m bringa menn 5. 100m rygg kvinnur 6. 100m rygg menn 7. 200m firvald kvinnur 8. 200m firvald menn 9. 200m blandað kvinnur 10. 200m blandað menn 11. 50m frí kvinnur 12. 50m frí menn Leygardag 24 feb. kl 16:30 13. 100m frí kvinnur 14. 100m frí menn 15. 200m rygg kvinnur 16. 200m rygg menn 17. 400m blandað kvinnur 18. 400m blandað menn 19. 50m bringa kvinnur 20. 50m bringa menn 21. 100m firvald kvinnur 22. 100m firvald menn 23. 4x100m frí kvinnur 24. 4x100m frí menn Sunnudagur 25 feb. kl 13:30 25. 800m frí kvinnur 26. 1500m frí menn 27. 50m rygg kvinnur 28. 50m rygg menn 29. 200m bringa kvinnur 30. 200m bringa menn 31. 50m firvald kvinnur 32. 50m firvald menn 33. 200m frí kvinnur 34. 200m frí menn 35. 4x100m blandað kvinnur 36. 4x100m blandað menn SáH ![]() Kl. 13.00 byrjar Klaksvíkskappingin ídag. Lutakasti hevur verið og skráin verður hendan: Kl. 13:00: B36 – Víkingur Kl. 15.30: NSÍ – KÍ Sunnudagin Kl. 13.00: Dystur um 3. og 4. pláss Kl. 15.30: Finala Í samband við Klaksvíkskappingina, so letur Maverick Barr upp kl. 13.00, har áskoðarnir kunnu fáa okkurt leskiligt og heitt kaffi. SáH ![]() Tað hevur vakt ørkymlan, at langhylurin er útsettur nakrar mánaðir. Men havnaborgarar nýtast ikki at óttast, tí langhylurin er í tryggum og góðum hondum. Í samgonguskjalinum hjá sitandi meiriluta er langhylurin ein av fremstu raðfestingunum. Tað er tó ein sannroynd, at nógv virksemi er í gongd í løtuni, og okkara íløgukarmur er søguliga høgur í ár, 197 mió. kr. Tað, sum fyrst og fremst tyngir íløguætlanina, er byggingin av skúlanum á Fløtum fyri 383 mió. Tórshavnar Havn verður í løtuni útbygd fyri 465 mió, og Musikkskúlan settu vit í meirilutanum í gongd í fjør fyri 100 mió. Ein íløga, sum hevur bíðað eftir politiskari raðfesting í 10 ár. Ásannandi, at okkara eldru borgarar hava tørv á umlætting og á búplássum, hava vit valt at raðfesta ein umlættingardepil á 25 pláss til okkara eldru fyri 25 mió, at byggja út Tjarnargarð til demensdepil fyri 25 mió, umframt at vit hava verið noydd at raðfesta bráðneyðugar íløgur í kloakkir, miðbýarætlan við meira. Tá ið stórar verkætlanir liggja inni í karminum, í hesum føri serliga Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin, er sera trupult fyri ikki at siga fíggjarliga ábyrgdarleyst, at seta í gongd verkætlanir fyri 100 tals mió kr samstundis. Hetta hevði í ringasta føri bæði seinkað og dýrkað verkætlanina óneyðuga nógv. Umsitingarliga er tað somuleiðis ómøguligt at hava nøktandi eftirlit og fyrireika so nógvar verkætlanir, samstundis sum eisini nógv ferð er á búskapinum. Tí hava vit avgjørt at útseta langhylin nakrar mánaðir, soleiðis at rúm er fyri hesari bygging, tá ið Musikkskúlin er liðugur í 2019. Tað er umráðandi at vit raðfesta neyvt og eru realistisk um tær verkætlanir, sum kommunan fremur, og eisini at vera erlig mótvegis borgarunum um, nær hesar verkætlanirnar verða framdar. Ætlanin er tí at undirrita projekterinsavtalu seinni í ár við SNA. Vanligt er, at tað tekur eitt ár at projektera, og síðan kann farast undir sjálva byggingina. Ført verður fram, at undanfarna býráð setti gongd á langhylin. Hetta er ein sannleiki við rættiliga nógvum modifikatiónum. Langhylurin hevur verið á dagsskrá í býráðnum síðani 2004, uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr, annað enn eitt arkitektauppskot fáar vikur undan, at sitandi meirluti tók yvir í býráðnum í 2017. Á fíggjarætlanini hjá undanfarna býráði vóru 5 mió settar av til hesa verkætlan aftur í 2013, sum hvørki rakk til fulla projektering av hylinum, ei heldur til sjálva byggingina, ið er mett at verða áleið 100 mió. Vit ásanna, at svimjingin í Tórshavnar kommunu eigur at fáa fremstu raðfesting, og tí verður langhylurin eisini fyrsta stóra ítróttrarliga raðfestingin hjá sitandi samgongu. Langhylurin er umráðandi fyri trivnaðin hjá okkara borgarum og ikki minst verður hann føroyskari svimjing at frama. Annika Olsen Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu ![]() Seinasta vikuskiftið var stór svimjikapping í Klaksvík, har kvinnurnar hjá Ægir fóru avstað við næstan øllum. Onkrar kappingar vóru tættar, men tíðirnar hjá svimjarnum vóru ikki av teimum bestu, men tó vóru tað fleiri Ægir svimjarar sum forbetraði seg sera nógv. Í 200 metur bringu vann Rebekka Trygvadóttir á nógv eldra svimjarnum Ásbjørg Hjelm, har eru heili 5 ár á muni og Rebekka vann við næstan fimm sekundum og settið eisini persónligt met. Gamla tíðin hjá henni var 2:48.11 og tíðin sunnudagin var 2:43.92 Sjá tíðirnar herundir. Ægir byrjaði kappingina sera væl. har kvinnurnar hjá Ægir vunnu gull, silvur og bronsu í 100 metur blandað. Jana B. Thomsen vann gull, Barbara Debes silvur og Rebekka Trygvadóttir bronsu, har Rebekka enn einaferð setti Ásbjørg Hjelm uppá pláss, Ásbjørg bleiv nummar fýra. Hjá monnunum gekk eisini gott. Rókur Trygvason svam væl og fleiri av teimum ungu svomu eisini væl og setti fleiri persnólig met. Her kunnu tit síggja allar tíðirnar, klikk her: "Ægir Open 2018" Samanumtikin ein góð kapping og gleða vit okkum longu til næstu kapping. Næsta kappingin verður suðuri í Vági, nevnd SU-svim stevna og verður hon tann 24. og 25. februar. Gott kempa Ægir og koyr á. SáH |
Greinar
April 2025
Categories |