
Onkrar kappingar vóru tættar, men tíðirnar hjá svimjarnum vóru ikki av teimum bestu, men tó vóru tað fleiri Ægir svimjarar sum forbetraði seg sera nógv.
Í 200 metur bringu vann Rebekka Trygvadóttir á nógv eldra svimjarnum Ásbjørg Hjelm, har eru heili 5 ár á muni og Rebekka vann við næstan fimm sekundum og settið eisini persónligt met. Gamla tíðin hjá henni var 2:48.11 og tíðin sunnudagin var 2:43.92 Sjá tíðirnar herundir.
Ægir byrjaði kappingina sera væl. har kvinnurnar hjá Ægir vunnu gull, silvur og bronsu í 100 metur blandað. Jana B. Thomsen vann gull, Barbara Debes silvur og Rebekka Trygvadóttir bronsu, har Rebekka enn einaferð setti Ásbjørg Hjelm uppá pláss, Ásbjørg bleiv nummar fýra.
Hjá monnunum gekk eisini gott. Rókur Trygvason svam væl og fleiri av teimum ungu svomu eisini væl og setti fleiri persnólig met.
Her kunnu tit síggja allar tíðirnar, klikk her: "Ægir Open 2018"
Samanumtikin ein góð kapping og gleða vit okkum longu til næstu kapping.
Næsta kappingin verður suðuri í Vági, nevnd SU-svim stevna og verður hon tann 24. og 25. februar.
Gott kempa Ægir og koyr á.
SáH