Stórt tillukku øll til í KRF.
Her nakrar myndir frá móttøkuni, sjá niðanfyri:
SáH
Norðoya Portalurin
Ein sera hátíðarlig løta í Klaksvíkar Býráð ídag, har røður blivu hildnar og manningarnar fingu gávu frá KK og KRF og sjálvandi endaði hátíðarhaldi við, at manningin á Nevinum Reyða fór í bátin og bleiv manningin koyrd ígjøgnum Klaksvíkar bý við manér. Stórt tillukku øll til í KRF. Her nakrar myndir frá móttøkuni, sjá niðanfyri: SáH Finalan í EM fótbólti verður í kvøld og spennandi verður at vita - hvør fer avstað við tí heila. Verður tað Frakland ella verður tað Portugal. KVF sendir dystin beinleiðis kl. 19.55 í kvøld og vit á Norðoya Portali fara sjálvandi at fylgja við hesari spennandi finalu og undirritaði tippar, at Frakland fer at vinna, tí teir hava eitt sindur av einum fyrimuni, at finalan verður spæld júst í Fraklandi - og so meta vit eisini, at saman-umtikið, so hevur Frakland spælt betri enn Portugal hevur. Hvat tippar tú ..? JáH (y) 10.07.2016 Aftur í dag hava føroysku svimjararnir svomið væl í Tampere, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2016 verður fyriskipað. Eingi heiðursmerki ella met til okkum, hesuferð, men tó heilt nógv og flott persónlig met. 400 frí gentur – Eyðrið Mortensen (2003), HS 4:49.52 (PM var 5:08.50) – Nr 12 av 17 400 frí gentur – Alisa Vestergaard (2003), SuSvim 4:51.47 (PM var 4:52.74) – Nr 13 av 17 400 frí gentur – Súsanna Tummasardóttir (2002), HS 4:54.65 (PM var 5:12.84) – Nr 15 av 17 400 frí dreingir – Rókur Trygvason (2000), Ægir 4:33.11 (einki PM) – Nr 15 av 18 400 frí dreingir – Johan N. Dam (2002), HS 4:33.48 (PM var 4:46.02) – Nr 16 av 18 200 rygg gentur – Brynhild Johannesen (2002), SuSvim 2:42.14 (PM er 2:38.72) – Nr 15 av 15 100 bringu gentur – Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir 1:21.50 (PM var 1:22.43) – Nr 17 av 18 100 bringu gentur – Karin S. Midjord (2001), HS 1:22.68 (PM var 1:25.25) – Nr 18 av 18 100 bringu dreingir – Rókur Trygvason (2000), Ægir 1:10.99 (PM er 1:09.93) – Nr 10 av 13 100 bringu dreingir – Hugin Næs Lave (2001), SuSvim 1:14.63 (PM er 1:11.52) – Nr 12 av 13 200 blandað dreingir – Rókur Trygvason (2000), Ægir 2:29.38 (PM er 2:25.32) – Nr 14 av 17 Sum heild hava tey svomið imponerandi gott, tá ið hugsað verður um at tey í so øgiliga nógvum førum lógu til at skula enda aftast, sambært startlistanum. Okkara royndir eru at svimjarar tá sjáldan klára bestu tíðir … men hesa ferð vóru hesar royndir tó gjørdar til skammar. Kelda: www.svimjing.com SáH Sera spennandi róður var hjá tíggjumannafarsróðrinum á Vestanstevnu, har øll fýra fóru stavn um stavn inneftir og tá ið tey komu á málið, var so javnt ímillum nummar trý og fýra, at tey blivu dømd líka tíð. Nummar eitt gjørdist Drekin Reyði, nummar tvey Eysturoyingur, Nummar trý Ormurin Langi og Havnabáturin. Her tíðirnar hjá trimum teym fremstu: Nr. 1. Drekin Reyði 4.53.09 Nr. 2. Eysturoyingur 4.54.09 Nr. 3. Ormurin Langi og Havnabáturin 4.54.24 SáH Nevið Reyða og Argjabáturin lógu síð um síð áveg inneftir á Vestanstevnu, men tá ið endaspurturin var settir inn, so var ongin møguleiki hjá Argjamonnum at fylgja við og Neyði vann við heilum 6 sekundum. Stórt tillukku Nevið, tit eru bara best. Her tíðirnar hjá trimum teimum fremstu: Nr. 1. Nevið Reyða 5.02.21 Nr. 2 .Argjabáturin 5.08.07 Nr. 3. Knørrur 5.08.13 SáH Heldur ongin spenningurin í 6 mannafør hjá kvinnum. Enn einaferð gjørdist Rádni úr Fuglafirði bestur og hesaferð vunnu tær við 7 sekundum. Sølmundur gjørdist nummar tvey og nummar trý gjørdist Páll Fangi. Her tíðirnar hjá teimum trimum bestu: Nr. 1. Rádni 5.39.16 Nr. 2. Sølmundur 5.46.08 Nr. 3. Páll Fangi 5.55.11 SáH |
Greinar
December 2024
Categories |