Her sæst kappróðurin beinleiðis hjá KVF, klikk her "Beinleiðis kappróður á Vestanstevnu"
SáH
Norðoya Portalurin
Kappróðurin á Vestanstevnan er nú hálvan tíma forsinkaður. Her sæst kappróðurin beinleiðis hjá KVF, klikk her "Beinleiðis kappróður á Vestanstevnu" SáH Súkkluferðin til Paris byrjar frá Kráarbrekku í Klaksvík (økið uttanfyri Sambýlið á Heygnum). Kl. 11.00: Koma Team Rynkeby. Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa upp á Team Rynkeby. Umboð frá Klaksvíkar kommunu, Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby flyta fram røðu, og bjóðað verður til kaffi og lagkøku. Dagstovnurin Blákollan hevur málningasølu. Peningurin fer til krabbameinsrakt børn. kl. 11.30: Fráferð frá Kráarbrekku. Sjá Lýsingin Nevið setti øll uppá pláss á Jóansøku. Eftir at teir høvdu brotið eina ár í seinasta róðrið og blivu akkurát nummar tvey, so var ongin slingur í valsinum á Jóansøku. Teir hølvaði Gullbrand av við yvir fýra sekundum og liggja nú nummar eitt í føroyameistaraskapinum. Tíðirnar vóru hesar: Nr. 1.Nevið Reyða 04:50:01 Nr. 2 Gullbrandur 04:54:05 Nr. 3 Knørrur 04:54:15 Jóansøkan royndist stak væl fyri Klaksvíkar Róðrafelag, Her super úrslitini hjá KRF: Nevið Reyða GULL og nr 1 í FM Fípan Fagra dreingir GULL og nr 1 í FM Páll Fanga kvinnur Bronsu og nr 3 í FM Fípan Fagra kvinnur Bronsu og nr 3 í FM Tekla kvinnur nr 4 í FM Fípan Fagra Barnaróður gentur silvur Tekla barnaróður dreingir nr 6 Sera góð úrslit. Stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum SáH Fípan Fagra vann akkurát eftir ein sera spennandi róður á Jóansøku. Fípan lag aftanfyri allan róðurin, men við einum sera góðum endaspurti vann Fípan akkurát í tveimum av teimum síðstu tøkunum. Úrslitð gjørdist hetta: Nr. 1 Fípan Fagra 05:17:12 Nr. 2 Tjaldrið 05:17:21 Nr. 3 Frúgvin 05:23:06 Fípan Fagra hevur nú 25 stig og nummar tvey er Tjaldrið við 23 stigum, so har er sera tætt. Hjartaliga tillukku Fípan. SáH Dreingir U14 hjá KÍ eru í hesum døgum og luttaka í kapping í Spania. Teir skulu luttaka í tveimum kappingum. Tað hevur gingist teimum sera væl í fyrstu kappingini, sum var í Barcelona, har teir spældu seg í finaluna, sum teir vunnu. KÍ vann allar dystirnar fram til finaluna. Í finaluni kom einki mál í vanligari leiktíð og tí skuldi brotssparkskapping til. Har vann KÍ 4-1. Besti leikari í kappingini bleiv valdur og fall falið á Gulak Jacobsen úr KÍ. Bestu málverjar vóru eisini úr KÍ. Teir vóru Fríðálvur Klakk og Jóhann Hentze. Ferðalagið taldi 52 fólk, tá vit taka foreldur, familju o.o. við. Hópurin telur 20 leikarar og so eru tríggir venjarar. Venjarar eru Agnar Frederiksen, Elmar í Gong og Petur í Gong. Úrslitini í bólkaspælinum vóru hesi: KÍ - Storm Utd (USA): 3-1 Børge Petersen skoraði tvey mál, meðan Gulak Jacobsen fekk eitt mál. KÍ - Augnablikk (ÍSL): 2-0 Meinhard F. Janusarson og Óli Eyðsteinsson Poulsen skoraðu hvør sítt mál. KÍ - FC Peka (FIN): 7-1 Gulak Jacobsen skoraði 3 mál, Meinhard F. Janusarson 2 mál og Natanael A. Matras og Brandur A. Matras skoraðu hvør sítt. KÍ - Breiðablik 2 (ÍSL): 4-1 Gulak Jacobsen 2 mál og Olaf K. Hansen og Børge Petersen skoraðu hvør sítt mál. KÍ - ÍR Reykjavík (ÍSL): 2-1 (Hálvfinala) Meinhard F. Janusarson og Gulak Jacobsen skoraðu hvør sítt mál. Kelda: www.ki.fo SáH Ísland hevur longu gjørt tað ómøguliga og vunnið hjørtuni hjá fólkunum verðina runt. Tað gjørdu teir til seinasta dyst, tá ið teir vunnu ímóti Onglandi 2 - 1 (vit á Norðoya Portali tippaðu annars 1 - 0 til Ísland). Ímorgin skal so Ísland møta Fraklandi, sum er vertur í ár fyri EM og spurningurin er so: Kann Ísland gera tað enn eina ferð ..? Og svarið er: Sjálvandi kunna teir tað og við einari so góðari fjepparafjøld, sum teir hava - so fara teir sikkurt, at endurtaka tað, sum teir gjørdu ímóti Onglandi ... Vit á Norðoya Portali gleða okkum longu til dagin ímorgin, tá ið KVF sendir dystin ímóti Ísland og Fraklandi og vit rokna við einum 2 - 1 sigri til Ísland ... hvat tippar tú ?!? JáH (y) 02.07.2016 |
Greinar
March 2024
Categories |