Limirnir fáa góð tilboð frá Maverick Barr til hvønn heimadyst og kunnu kallað Maverick sína stambarr, bæði til heimadystirnar og útidystirnar. Maverick fær hópin av glaðum og festligum gestum og so kunnu vit eisini kallað okkum lokalasta barr í Føroyum, sigur Símun á Høvdanum at enda.
Maverick Barr og Bláa Bylgjan skrivaði undir ein nýggjan eitt ára sáttmála ígjár. Hetta var uttanfyri Maverick, beint áðrenn dystin ímillum KÍ og B36. Tað var formaðurin Jaspur Jacobsen og nevndarlimurin Hansa Maria Jacobsen, saman við dagliga leiðarnum í Maverick Símun á Høvdanum, sum skrivaði undir skjali og góvu hvørjum øðrum hondina uppá eitt gott samstarv, til gangs fyri báðar partar.
Limirnir fáa góð tilboð frá Maverick Barr til hvønn heimadyst og kunnu kallað Maverick sína stambarr, bæði til heimadystirnar og útidystirnar. Maverick fær hópin av glaðum og festligum gestum og so kunnu vit eisini kallað okkum lokalasta barr í Føroyum, sigur Símun á Høvdanum at enda. Tað eydnaðist KÍ at stríða seg til ein javnleik ímóti B36 Skírishósdag, eftir at Lakasz Cieslewicz hevði lagt B36 á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men beint fyri hálvleik eydnaðist tað Álvur Christiansen at javna til 1-1 og sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. KÍ átti at havt vunnið hendan dystin, um hugt verður eftir opnum málmøguleikum, men hetta eydnaðist ikki. Oddmar Marstein spældi sín fyrsta dyst í Effodeildini og tað kom hann væl frá. KÍ hevur ikki tapt higartil í ár og liggur á 2. plássinum. 2. páskadag skal KÍ leika ímóti AB á Argjum, spennandi verður at síggja, um KÍ megnar at vinna tann dystin. SáH 29.03.13 Nú 5 minuttir eru eftir av dystinum ímóti Eysturríki, so eru teir nú frammanfyri 6-0 og føroyingar hava lítið og onki, at gera ímóti tí Eysturríska málinum. Um dysturin fer at enda við einum 7-0 tapið, kemur bert tíðin at vísa ..! Men vit kunna so ásanna tað, at vit vóru so avhølvaðir av ímóti Eysturríki. Og spurningurin er so eisini, um vit yvirhøvur eru til reiðar at spæla altjóða dystir, sosum hesar ... JáH (y) 22/03-13 Føroyingar eru sum vera man, aftanfyri 3-0 ímóti Eysturríki og málskjúttarnir vóru: 1-0: Philipp Hosiner, 8. 2-0: Philipp Hosiner, 20. 3-0: Andreas Ivanschitz, 28. Tað eru nú góðir 68 minuttir farnir av dystinum, og so at siga ongin spenningur er ímóti tí Eysturríska málinum - men heldur hinvegin er spennandi, um Eysturríki megnar at koyra liðið uppá 4-0. Vi får se ..! JáH (y) 22/03-13 Ein fótbóltsdystur í tí bestu schweizisku deildini endaði í einum sonnum kaosi, tá ein "skógvarmarten" (djórið á myndini) rann á fótbóltsvøllinum. Dysturin varð ímillum FC Thun og Zürich og bleiv avbrotin í fleiri minuttir, ímeðan spælarnir royndu at fáa djórið vekk av vøllinum. Endiliga megnaði tað verjuleikaranum hjá Zürich, Loris Bento at fanga "skógarmarten". Men tað varð bert í eina lítla stund, tí djórið beit fingurin hjá Bentos og slapp leyst aftur. Til endans fangaði málmaðurin hjá Zürich djórið og við málmanshanskum á, kundi málmaðurin síðan tveita tað villa djórið út av vøllinum. Hygg eftir video niðanfyri: JáH (y) 13/03-13 Stórsligin FIFA 2013 kapping í Skúlanum við Løkin. Leygardagin 9. mars skipa vit fyri eini FIFA 2013 kapping á stórskýggja í Skúlanum við Løkin. Spælt verður á PlayStation 3. Hálvfinalurnar og finalan verða leikt í sjálvari Løkshøll á MEGA skýggjanum. Vit byrja kl. 11:00. Treytir/reglur: Tveir spælarar manna hvørt lið. Bólkarnir vera samansettir við lutakasti. Hvør bólkur er mannaður við 4-5 liðum, sum leika 1 ella 2 ferðir móti hvør øðrum, alt eftir hvussu stór luttøkan er. Hvørt lið velur eitt 4½*(stjørna) ella 5*(stjørna) klub-lið og spælir við tí liðnum alla kappingina. Nr. 1 og 2 í hvørjum bólki koma víðari. Hvør hálvleikur er 5 min. Tilmelding: Tilmeldingin fer fram á staðnum frá kl. 10:30. Møt í góðari tíð, áðrenn kappingin byrjar. Kostnaðurin er kr. 100 fyri hvørt liðið. Lego Vinir |
Greinar
September 2024
Categories |