KÍ átti at havt vunnið hendan dystin, um hugt verður eftir opnum málmøguleikum, men hetta eydnaðist ikki. Oddmar Marstein spældi sín fyrsta dyst í Effodeildini og tað kom hann væl frá. KÍ hevur ikki tapt higartil í ár og liggur á 2. plássinum. 2. páskadag skal KÍ leika ímóti AB á Argjum, spennandi verður at síggja, um KÍ megnar at vinna tann dystin.
SáH 29.03.13