Stjørnan var frammanfyri við einum málið, tá ið ½ min. var eftir, men so bleiv dramatikkur. Venjarin hjá Stjørnuni fekk gula kortið og tað førdi við sær, at ein Stjørnuspælari mátti út í 2. min. Dómurin var íordan, men dómarnir kundi væl blaka venjaran hjá Neistanum eisini út, tí hann ýldi og brølaði ígjøgnum allan dystin og fekk bert tí einu átaluna.
Stjørnukvinnurnar blivu ósikrar av hesum og tað eydnaðist Neistanum akkurát at javnað til endaliga úrslitið 22-22. Gott kempa Stjørnan.
SáH