![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/1118071.jpg?561)
Nógvar gitingar eru frammi fyri tíðina, men sannlíkt er, at eitt av toppliðnum í Effo deildini ferð avstað við honum, eitt nú HB, men í vikuni fóru eisini søgur at ganga, at hann skuldi til B68 at leika.
KÍ hevur ofta verið seint úti, við at skaffa sær undirskiftirnar hjá sínum spælarum, men hesuferð hevur leiðslan arbeitt hart við at fáa alt uppá pláss skjótast gjørligt og hava longu gjørt fleiri sáttmálar og eisini hava teir fingið fatur í ein av bestu spælarum hjá TB hetta kappingarárið, nevnliga Ndende. Tað verður ein stórur fongur fyri KÍ og skal hann vera hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar.
Spennandi verður at fylgja við, hvør ferð at leika við KÍ næsta ár.
SáH