
KÍ fekk heimavøll fyrst og dysturin skal leikast 11. ella 12. juli.
Vit vóna tað best og koyr á KÍ.
SáH
Norðoya Portalurin
![]() KÍ skal møta tí sterkasta liðnum í fyrsta umfarinum og tað var Ferencvárosi TC úr Ungarn, teir høvdu hægsta styrkistal av øllum í hesum bólkinum. KÍ fekk heimavøll fyrst og dysturin skal leikast 11. ella 12. juli. Vit vóna tað best og koyr á KÍ. SáH ![]() Hetta vikuskifti hevur Ægir luttikið til Juniormeistaraskapið og Føroyameistaraskapið á Langgeil, sum bleiv hildin í Pálshøll í Vági 16-18 juni 2023. Tey, sum umboðaðu Ægir vóru hesi: - Heini Mohr Askham (2006) - Durita Mohr Askham (2008) - Líggjas Joensen (2008) - Jonna Joensen (2005) - Ragnhild Jacobsen (2008) - Rebecca Jacobsen (2011) - Róa Trygvadóttir (2008) - Lea Osberg Højsted (2008) - Lea Petersen (2009) Ægir var mest vinnandi felag í kappingini um Juniormeistaraskapið við tilsamans 65 heiðursmerkjum - 42 gull, 17 silvur og 6 bronsu. Í kappingini um Føroyameistaraheitini bleiv Ægir nr. 2, og fingu tilsamans 39 heiðursmerkir - 13 gull, 16 silvur og 10 bronsu. Sostatt fingu okkara røsku og treystu svimjarar yvir 100 heiðursmerkir norð aftur við. Harumframt setti Ægir stórt nýtt føroyskt Juniormet í 4x100 frí fyri mix-lið við tíðini 03.55.61. Undanfarna metið var 04.02.38, og átti Ægir eisini tað við somu manning frá Atlantic Open, apríl 2022. Tey sum svumu fyri Ægir vóru Líggjas Joensen, Heini M. Askham, Lea O. Højsted og Róa Trygvadóttir. Nógv nýggj persónlig met vóru sett og Líggjas Joensen bleiv heiðraður fyri hægsta stigatal hjá monnum við 690 FINA stigum, og beint í hølinum á honum kom Heini M. Askham við 687 FINA stigum. Samanumtikið ein sera góð og væleydna kapping hjá Ægir. Kelda og mynd: Ægir ![]() Last days in Faroe Islands Unfortunately the pandemic 😷 had changed everything and everyone but I was lucky to have the opportunity to moved to Faroe Islands, which was a completely unknown place for me in that moment. Throughout these three years I met wonderful people (volleyball players, managing director, volunteers, supporters). Thank you kindly to all of you 🤗 From now on, Faroe Island has a place in my heart ❤️ It was not only the country which made my transition from professional volleyball player to coach much more enjoyable and easier but also the place where I decided to finish my career (after more than 27 years) as a volleyball player. I have the best memories from Faroes 🇫🇴 Now it’s time to move and take new challenges. Thank you Mjølnir - Menn og kvinnur, and Flogbóltssamband Føroya to trust in my work and give me the freedom to work as I wanted. And a big thank you to the big boss of Mjølnir, Jóhann Lützen, he was the person who made all of these possible Gracias! Thank you! Takk fyri! Cristian Imhoff ![]()
Klaksvíkar Róðrarfelag er sera høgt flúgvandi í løtuni. Eftir at hava vunnið 5 sigrar á Norðoaystevnu, so gjørdi KRF ikki mætari enn at vinna 6 sigrar á Sundalagsstevnuni í Hósvík.
Tað er met, KRF hevur ongantíð fyrr vunnið so nógvar róðrar í somu stevnu. Stórt móttøku var í Klaksvík, fyrst bleiv koyrt rekkjukoyring runt allan býin og so bjóðaði KRF øllum inn í snotuligu húsini á Biskupstø til heita suppu og annað gott. Stórt tillukku og her filmsklipp og nakrar myndir, tá ið bátarnir komu aftur til Klaksvík og móttøkuni á Biskupstø. SáH |
Greinar
February 2025
Categories |