Tey, sum umboðaðu Ægir vóru hesi:
- Heini Mohr Askham (2006)
- Durita Mohr Askham (2008)
- Líggjas Joensen (2008)
- Jonna Joensen (2005)
- Ragnhild Jacobsen (2008)
- Rebecca Jacobsen (2011)
- Róa Trygvadóttir (2008)
- Lea Osberg Højsted (2008)
- Lea Petersen (2009)
Ægir var mest vinnandi felag í kappingini um Juniormeistaraskapið við tilsamans 65 heiðursmerkjum - 42 gull, 17 silvur og 6 bronsu. Í kappingini um Føroyameistaraheitini bleiv Ægir nr. 2, og fingu tilsamans 39 heiðursmerkir - 13 gull, 16 silvur og 10 bronsu.
Sostatt fingu okkara røsku og treystu svimjarar yvir 100 heiðursmerkir norð aftur við.
Harumframt setti Ægir stórt nýtt føroyskt Juniormet í 4x100 frí fyri mix-lið við tíðini 03.55.61. Undanfarna metið var 04.02.38, og átti Ægir eisini tað við somu manning frá Atlantic Open, apríl 2022. Tey sum svumu fyri Ægir vóru
Líggjas Joensen, Heini M. Askham, Lea O. Højsted og Róa Trygvadóttir.
Nógv nýggj persónlig met vóru sett og Líggjas Joensen bleiv heiðraður fyri hægsta stigatal hjá monnum við 690 FINA stigum, og beint í hølinum á honum kom Heini M. Askham við 687 FINA stigum.
Samanumtikið ein sera góð og væleydna kapping hjá Ægir.
Kelda og mynd: Ægir