KÍarnir vóru sera uppsettir til dystin ímóti EB-Streymi og Bláa Bylgjan gjørdi sítt til, at man føldi seg sera væl í Djúpumýru og lagi gjørdist uppaftur betur, tá ið Heðin Klakkstein legði KÍ á odda 3-1, bæði tey fyrru málini hevði Páll A. Klettskarð skotið.
Nú restini bara 10 min. eftir og nú átti tað ikki at kiksa, men tó hevði man síni ljótu anilsir og jú, aftur hesaferð kiksaði tað. EB Streymur minkaði um muni í 80 min., Hervligu Henry fekk reyða kortið í 85 min. og so javnaði teir til 3-3, tá ið 92 min. vóru leiktir og fingu tískil stjolið 2 stig frá KÍ.
KÍ spældi sera væl ígjár og kundi havt lagt seg á odda, bæði 4-1 og 5-1, men bólturin vildu bara ikki inn. Spæla teir
soleiðis restina av kappingarárinum, átti tað at borið til, at halda seg í deildini, vit vóna tað besta. Koyrá KÍ!!!!
SáH