Sum støðan er í løtuni liggur EBS/Skála frammanfyri við tveimum stigum, nevnliga 39 stig og KÍ er beint í hølunum á teimum við 37 stigum, bæði liðini hava leikt 14 dystir. KÍ hevur betur málmun, har KÍ hevur +66 mál og EBS/Skála hevur +46, men tað hjálpir lítið hjá KÍ, um tey bert megna javnleik í kvøld, tí tá er EBS/Skála enn 1 stig frammanfyri og tað skal okkurt óvanligt henda, um tær ikki gerast meistara í ár.
Dómari til dystin íkvøld verður Magnus Jørmundsson.
Væntandi vera tað nógvir áskoðarar til dystin og krossa vit alt, sum krossa kann, fyri at KÍ kvinnurnar vinna íkvøld. Koyrá KÍ.
SáH
RSS Feed