Á fundinum varð roknskapurin 2021 lagdur fram fyri limum felagsins, og varð hann góðkendur. Seinastu nógvu árini hevur roknskapurin hjá KÍ víst stór yvirskot, men so var ikki í 2021, ið vísir eitt hall upp á 5,4 mió krónur.
Orsøkirnar eru ymiskar, men tað er serliga korona, skipan av akademinum og at besta mansliðið ikki megnaði at vinna sær víðari luttøku í Conference League seinasta summar.
Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur FM, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka útvegar felagnum inntøkur, ið hava við sær, at hall ikki verður í roknskapinum komandi ár.
Nevndin heldur fram og sær soleiðis út.
Tummas Lervig, Formaður
Rúni Heinesen, Næstformaður
Hilmar Danielsen, Kassameistari
Rói Clementsen, Samskifti
Kaj Dam, Betri Menn
Jákup Eydnugarð, Sponsorar
Eyðstein Poulsen, Akademi
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag