Føroyar hava tískil fingið í boði at vera vertir fyri Oyggjaleikunum longu í 2027. ÍSF hevur tikið av møguleikanum.
Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum í 1989. Nú, næstan fýrati ár seinni, hendir tað aftur. Talan verður um 24 luttakandi tjóðir og góðar 3.000 íðkarar, sum koma til Føroya at kappast. ÍSF og landstýrið eru sannførd um, at vit eru klár at hýsa Oyggjaleikunum í 2027. Fyrstu fyrireikingar fara í gongd tíðliga í nýggjá árinum.
“Eg eri sera fegin um, at Føroyar hava møguleika at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2027. Við fleiri enn 3.000 íðkarum, umfamt hjálparfólkum og áskoðarum, eru Oyggjaleikir nógv tað størsta einstaka ítróttarliga tiltak í Føroyum nakrantíð. At vera vertir fyri Oyggjaleikunum hevur fyrst og fremst stóran týdning ítróttarliga, men eisini fyri okkara ferðavinnu og fyri Føroyar sum land”.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Jörgen Pettersson, formaður í altjóða Oyggjaleikanevndini vísir takksemi fyri, at Føroyar hava játtað at verða vertir í 2027. Í viðmerking sigur hann soleiðis:”Føroyar hava víst ábyrgd og tikið eitt tak fyri liðið, nú ein av limaoyggjunum møtti avbjóðing, sum ikki bar til at loysa. Hetta er kjarnan í Oyggjaleikafamiljuni. Vit eru saman um sigrar eins væl og um avbjóðingar”.
“Hetta følist sum ein dreymur, sum blívur til veruleika. Vit hava verið klár at skipa fyri Oyggjaleikunum í fleiri ár. Tí hevur tað verið leingi at bíða heilt til 2031, tá ið Oyggjaleikirnir skuldu koma aftur til Føroyar. Vit eru klár og merkja stóran stuðul frá føroyska samfelagnum. Vit fara í felag at vísa, at Oyggjaleikirnir 2027 eru í tryggum hondum”.
Elin Heðinsdóttir Joensen, foreseti í ÍSF
Fleiri upplýsingar kunnu fáast umvegis Petur Mittún, aðalskrivara í ÍSF, á fartelefon 218284.
Visti tú, at...
Seinastu Oyggjaleikir vóru í summar á Guernsey. Kappast bleiv í 14 ítróttagreinum. Fleiri enn 2.500 luttkarar frá 24 oyggjum luttóku á Leikunum.
Komandi Oyggjaleikir verða í Orkney í 2025. Eftir Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027, verða Isle of Man vertir í 2029.
Løgmansskrivstovan