Á fíggjarætlanini í 2023 eru settar 300.000 túsund krónur av til arbeiðið. Neystið er nú stoypt og verður arbeiðið væntandi gjørt liðugt komandi ár. Ætlanin er at innilokað neystið, við at bjálva og klæða, men at tað eru áhugafeløgini sjálvi, ið standa fyri innrætting av hølunum.
Av øðrum íløgum á mentanarøkinum komandi ár, kann nevnast, at spæliplássið á Ánunum verður gjørt liðugt, at ljós verða sett upp til nýggja sparkivøllin í Árnafirði og at hildið verður fram við at byggja hornaskýlið á Djúpimýru.
Klaksvíkar Kommuna