SáH 09.10.12
Enn einaferð gjørdist Rannvá B. Andreasen ársins leikari. Rannvá gjørdist eisini toppskorarin við heili 31 málum. Hon er klárt besti spælarin í øllum Føroyum. Nú veit eg ikki, hvussu ofta, hon er kosin til ársins leikara í Føroyum og KÍ, men fara vit at telja saman, so rokni eg við, at hon hevur met, sum ársins leikari bæði fyri sítt land og sítt felag í øllum Europa. Hon er altíð ein hóttan hjá mótstøðuliðnum og hon hevur bókstaviliga fortalt verið GULL verd fyri KÍ og Klaksvíkinga. Stórt tillukku Rannvá, tú ert tann allerbesta!!!!!
SáH 09.10.12 Eitt orð má sigast um hendan unglingin, fantastiskt. Páll Klettskarð hevur havt eitt av sínum allerbestu árum í fótbólti, bert spell, at vit hava ein landsliðsvenjara, sum ikki hevur sæð hansara evnir, men tað skal nokk koma. Páll Klettskarð vann greipuna, hann gjørdist ársins stjørnuskot og ársins leikari hjá KÍ í 2012 og tað skuldi bara mangla. Hann er tann spælarin í KÍ, sum hevur skotið mest mál eitt kappingarár og tað sigur ikki so lítið. Hann gjørdist eisini toppskorarin í Effo deildini við 22 málum. Stórt tillukku til tín. SáH 09.10.12 Á myndini sæst ein sera stolt forðkvinna í Bláu Bylgju Erna Sigurðsdóttir og Páll Klettskarð heldur røðu, har hann takkar sínum viðleikarnum, venjara og onnur fyri teirra lut, at hann er komin á toppin í føroyskum fótbólti. Katrina Akursmørk, sum bert er 15 ára gomul, gjørdist ársins stjørnuskot hjá kvinnum. Hon hevur verið ein stinnur spælarnir á KÍ liðnum og hevur stríðst nógv í vinstru síðu. Er eisini komin á landsliðið hjá U17 kvinnur, hevur vunnið trý meistaraheitir í ár. Greipuna fyri 1. deild kvinnur og Føroyameistari hjá U17 kvinnum. Stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum. SáH 09.10.11 klikk á myndina fyri at fáa størri mynd. |
Greinar
July 2024
Categories |