Her fáa tit nakað fyri pengarnar, tann til vinstru skal umboða Føroyar til HM í Budapest, tann til høgru hevur sligið nógv Føroyskt met í ár og tann í miðjuni slóð met til seinasta Býráðsval.
Ægir gjørdist besta svimjifelag í 2016.
Norðoya Portalurin
Fyritøkur og einstaklingar. Hava tit hug at vera sponsor hjá Ægir og koma uppá blusirnar, treningsdragtirnar, buksirnar ella bert at stuðla Ægir, so eru tit vælkomin at kontakta Rannvá Sigfríðsdóttir á tlf. 263376 ella ein av nevndarlimunum. Her fáa tit nakað fyri pengarnar, tann til vinstru skal umboða Føroyar til HM í Budapest, tann til høgru hevur sligið nógv Føroyskt met í ár og tann í miðjuni slóð met til seinasta Býráðsval. Ægir gjørdist besta svimjifelag í 2016. Leygardagin leikti 1. deildarliðini hjá KÍ- AB dyst á Djúpumýri og vann KÍ sannførdandi 3-1 á besta liðnum hjá Argjamonnum. Tað var annars AB, sum legði seg á odda, tá vóru bert tveir min. spældur og var tað Jobin Drangastein, sum skoraði til 0-1. Tá góðir hálvur tími var leiktir javnaði KÍ við málið sum Jóannes Danielsen skoraði og hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan 1-1. Fyrri hálvleikur var nøkunlunda javnur, men í seinna hálvleiki vóru KÍ leikarnir meira uppsettir og tað gav úrslit. Í 66 skoraði Tórur Jacobsen og í 83 min. staðfesti Eivindur Sørensen sigurin og sendi AB aftur til Havnar við einum 3-1 tapi. KÍ liggur nú nummar trý í 1. deild og skal í næsta dysti møta oddaliðnum NSÍ í Runavík. SáH Drigið bleiv um, hvørji lið skulu møtast í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið í gjárskvøldið í KVF. KÍ skal møta NSÍ og B36-HB skulu spæla í hinari hálvfinaluni. Dystirnir eru hesir: 10.05.2017 KÍ-NSÍ 10.05.2017 B36-HB 25.05.2017 NSÍ-KÍ 25.05.2017 HB-B36 Finalan um løgmanssteypið verður spæld á Tórsvølli 26. august. Útidysturin hjá KÍ tann 25. mai passar illa at spæla, tí tá er Norðoyastevna, men soleiðis er trekt. SáH Okkara Rannvá Andreasen gjørdi dystin sera spennandi við at skora til 1 - 1 ímóti Turkalandi og Milja R. Simonsen skoraði tað avgerandi málið til 2 - 1 og okkara Rannvá kundi enntá økt um leiðsluna til 3 - 1, men hon brendi straffi. Føroyar vann uppiborið sigurin ímóti Turkalandi og hava kvinnurnar spælt seg víðari til HM-undankappingina og hervið skrivað føroyska søgu. Hjartaliga tillukku, Føroyar við tí framúr góða sigri. Sjá annars málini HER JáH (y) 11.04.2017 Í gjár blivu Signhild Joensen og Rókur Trygvason heiðraði í Býráðshøllini í Klaksvík. Nógv fólk vóru til móttøkuna. Jógvan Skorheim helt røðu fyri teimum báðum og tey fingu hvør sína gávu frá Klaksvíkar Kommunu og var tað Signhild Joensen, forkvinna í Mentanaðarnevndini, sum handaði teimum gávurnar. Agnes Vágseið Sivertsen nevndarlimur í Ægir helt eisini røðu og fingu tey bæði gula rósir (Ægirfarvan) og eitt gávukort frá Ægir og Sport24. Anna frá Norðoya Sparikassa handaði teimum báðum blómutyssi og Ægir fekk ein kekk uppá 5.000,00 kr. frá høvuðssponsorinum. Tit kunnu síggja filmsklipp frá móttøkuni, klikk her "Móttøka Signhild og Rókur". Norðoya Portalurin ynskir tykkum báðum stórt tillukku við góðu úrslitinum í Danish Open 2017 og eitt stórt herðaklapp til Signhild Joensen, við øllum FM metinum og Junior metinum , Gullinum í 200 metur rygg, HM kravtíðini og gullnálini við stjørnu, so er bert at vóna, at Føroya land gevur Signhild Joensen líka góðar sømdir, sum Pál Joensen hevur fingið, tí hetta er mega stórt, eitt tað størsta bragdi, sum nakað ítróttarfólk í Klaksvík hevur gjørt. SáH Stór móttøka verður í Klaksvíkar Býráð kl. 18.00 í kvøld. Har Signhild Joensen og Róki Trygvason vera heiðraði fyri teirra góða úrslit í Danish Open 2017. Borgmeistarin Jógvan Skorheim fer at halda røðu og eisini umboð fyri Ægir fara at halda røðu. Sponsorar vera eisini til staðar og vóna vit at sera nógv fólk fara at møta upp.
Verið vælkomin kl. 18.00 Hygg beinleiðis svimjing "Danish Open 2017, síggj Signhild Joensen svimja A-finalu í 200 metur rygg, klikk her http://livetiming.se/superlive.php?cid=3137"Danish Open 2017". SáH Tað kann eg lova tykkum fyri, at tað gongur gott hjá okkara besta svimjara í Klaksvík. Signhild Joensen úr Ægir svam innleiðandi í 200 metur rygg í morgun og hon gjørdi bart og vann á øllum. Hon slóð føroyska metið við fleiri sekundum og tað besta av øllum, hon kláraði eisini kravtíðina til HM í Budapest í summar. Kravtíðin var 2:16:13 og Signhild hevði tíðina 2:15:69, so nú eru tað trý, sum umboða Føroyar í HM í Budapest, tey eru Pál Joensen (ikki sikkurt at hann luttekur) Óli Mortensen úr HS og nú hevur Signhild Joensen úr Ægir eisini klára kravtíðini. Hatta hevði ongin væntað, men Signhild Joensen hevur ein stíðsvilja sum fáur og tað hevur hon sanniliga prógva í Danish Open 2017, har hon hevur svomu 5 ferðir og sligið 5 føroyskt met. Vit ynskja tær og venjarnum stórt tillukku. Her mynd av einari stoltari mammu og Signhild Joensen, SáH Man er málleysur. Pína doy kláraði Signhild Joensen aftur at seta føroyskt met í finaluni í Danish Open 2017 og nú er føroyska metið 29.59 í 50 metur rygg. Ein fantastiskt tíð. Ótrúðliga flott Signhild Joensen og eg má eisini takka venjarnum fyri eitt sera gott arbeiðið. Vit øll í Klaksvík eru sera stolt av tær Signhild Joensen. SáH Signhild Joensen gerð bart í Danish Open 2017. Hon er nú fyrsta kvinnan í Føroyum sum er undir 0.30 sekund í 50 metur rygg á langbana og so settið hon sítt triðja føroyska met í Danish Open 2017 við tíðini 29.98. Hetta var innleiðandi og bleiv hon nummar 5. samanlagt. Spennandi at vita, um hon gerð bragdi aftur, tá ið hon ígjár megnaði at sláa føroyska metið tvær ferðir sama dag. Signhild Joensen er flúgvandi og vit ynskja tær góða eydnu seinnapartin. SáH |
Greinar
July 2024
Categories |