
Tað var annars AB, sum legði seg á odda, tá vóru bert tveir min. spældur og var tað Jobin Drangastein, sum skoraði til 0-1.
Tá góðir hálvur tími var leiktir javnaði KÍ við málið sum Jóannes Danielsen skoraði og hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan 1-1.
Fyrri hálvleikur var nøkunlunda javnur, men í seinna hálvleiki vóru KÍ leikarnir meira uppsettir og tað gav úrslit. Í 66 skoraði Tórur Jacobsen og í 83 min. staðfesti Eivindur Sørensen sigurin og sendi AB aftur til Havnar við einum 3-1 tapi.
KÍ liggur nú nummar trý í 1. deild og skal í næsta dysti møta oddaliðnum NSÍ í Runavík.
SáH